Lýsing

Vitjaðu minnisvarðan á Suðavík

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  30.06.2019 - 00:38 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Dagurin í dag hevur verið ein langur biltúrur. Vit hava koyrt úr Akureyri og til Suðavík og víðari til Ísafjørðin umleið 600 kilometrar.

Á Suðavík hava vit leiga okkum inn í eini hús, her vit skulu búgva í tveir dagar. Vit vildu eisini vitja minnisvarðan um skalvalopini her, sum kostaðu átta børnum og seks vaksnum lívið. Føroyska samfelagið stuðlaði fólkinum her peningaliga at rætta skaðarnar á materiellu tingini upp aftur.

Vit hava kort um 600 kilometrar í dag. Ætlanin er at vit skulu royna at fáa okkurt sílið á Bolungavík í morgin. Vit koyrdu um Ísafjørðin og til Bolungavíkar, har vit drippaðu tráðuna í, sera stutt, í dag, men tað gav einki. Í morgin er so ætlanin at royna har.

Túrurin í dag hevur annars verið góður, serstakliga landslagið og fuglameingið hevur hugtikið okkum. Landslagið broyttist so hvørt vit koyrdu fram og eisini løgdu vit merki til allan rekaviðin, ið komin liggur fram við strondini. Komu eisini framvið nógvum kirkjum, flestu sera smáar. Her er tó ikki rættuligt summar, tí hitamátarin hevur ligið um 8 hitastig allan dag og í morgin verður boðað frá tveimum hitastigum, so vit fáa at síggja.

Enn hava vit ikki keypt okkum rættindi til áir, vit hava framvegis bert troytt vøtnini, sum øll tilsamans hava kosta okkum smáar 400 krónur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ikki við valdi og ikki við kraft, men vi…
Betri tíð til barnið
Eg flenni í andglettinum
Heilsu-og sjúkrarøktin á dagsskrá!
Politiskt hugnakvøld í Jaqson fríggjakvø…
Skert KÍ-lið á Eiði sunnudagin
Trivnaður – Tey við serligum tørvi, hava…
21 nýggj starvs­fólk byrja á Varðanum Pel…
Gøtan løgd
Reglan um “hands” kemur í gildi komandi…
Fysiskt kring landið, mentalt í Havn
Tilmeldingardagur hjá Stjørnuni
Hittust fyrstu ferð týskvøldið eftir sp…
Norðlýsið og løgtingsvalið
Avreiða á Eiði í dag
MEST yvirtekur nýggja havrannsók­nar­skipi…
Bústaðarviðurskifti
KÍ hevur átta stig færri enn B36 í næsta…
Dómarafeilur avgjørdi dystin
Ingolf: Samgongan trygd fyri uppsjóvarræ…