Lýsing
Lýsing
Hanna Jensen og Lilja Døgg Alfreðsdóttir | Mynd: mmr.fo

Væl eydnaður fundur millum landsstýriskvinnuna í útbúgvingar- og granskingarmálum og íslendska mentamálaráðharran

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  30.06.2019 - 17:45 Mentan Tíðindaskriv

Hanna Jensen, landsstýriskvinna í útbúgvingar- og granskingarmálum og Lilja Døgg Alfreðsdóttir, menta- og útbúgvingarráðharri í Íslandi hittust í gjár á fundi í Reykjavík. Tær umrøddu serliga samstarv landanna millum innan máltøkni og málgransking.

Lilja Alfreðsdóttir sigur, at tað var sera áhugavert at hitta føroyska starvsfelagan, og tær høvdu ein ómetaliga góðan fund, har tær fingu viðgjørt ymisk hugskot um, hvussu londini bæði kundu menna samstarvið á økinum. Vit hava báðar stóran áhuga í málsligum spurningum og móðurmálunum báðum - íslendskum og føroyskum -, og Hanna Jensen hevði stóran áhuga í at hoyra um, hvussu íslendskir myndugleikar t.d. hava arbeitt við spurninginum um málmenningina hjá børnum, nú tøknin broytist so nógv.

Á fundinum tosaðu ráðharrarnir báðir eitt nú um altingssamtyktina, sum Altingið samtykti í vár um at styrkja íslendska málið sum almenna málið í Íslandi, eins og tær viðgjørdu verkætlanina um íslendska máltøkni, sum nú verður arbeitt við. Á fundinum var eisini gjørt av, at londini bæði skuldu gera eina samstarvsavtalu um verkætlanir innan máltøkni.

Altingið samtykti eisini herfyri eina altingissamtykt um samstarv millum londini í útnorðri, Ísland, Føroyar og Grønland, um hvussu londini kundu samstarva um at flyta tey trý móðurmálini inn í talgilda heimin. Uppskot er um, at skipaður verður ein arbeiðsbólkur við umboðum úr øllum trimum londunum, sum fær til uppgávu at skriva eitt álit um støðuna og framtíðarvánirnar hjá teimum trimum málunum, eins og at gera eina greining av, hvør støðan er viðvíkjandi máltøkni hjá hvørjum máli sær.

Ráðharrarnir tosaðu eisini um framhaldandi samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskóla Íslands um útbúgving innan Lestrar- og Yrkisvegleiðing og um møguleikarnar í at kunna um, vegleiða til, og marknaðarføra yrkis-og tøkniútbúgvingar, sum føroyskir útbúgvingarmyndugleikar arbeiða við, í tøttum samstarvi við partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

Á vitjanini í Íslandi tók Hanna Jensen eisini lut í altjóða lærubókaráðstevnu, sum íslendska mentanálaráðið skipaði fyri saman við øðrum pørtum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Síðsti heimadystur hjá minst tveimum KÍ-…
KÍ hevur sett venjara til kvinnu­liðið í…
Tey fremstu fótbóltsfeløg­ini fara avstað…
Áhugaverd framløga um trivnað hjá okkara…
Glíðibreytin
Størru útróðrarbátar­nar vestanfyri í nát…
Safir og Grønanes landa á Kósini í morgu…
Don Quixote aftur á hestbak
KÍ vann stórsigur
Gunvá: Vit fáa onki at vita
Klaksvíkar kommuna respektleys
Gadus siglir heim
U19-lands­liðsleikari gjørt langan sáttmá…
Karl Birgir gav Pochettino føroyska troy…
Morgunsangur í Fuglafjarðar kirkju
Gott fiskarí í Fuglafirði
Gott fiskarí í Fuglafirði
Føroyska makrelkvotan í 2020 verður 116.…
Nakrir útróðrarbátar í dag
Grøna leiðin nýtist ikki at kostað kassa…