Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ongul í reyv av Bolungarvík

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  01.07.2019 - 00:11 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Av Súðavík um Ísafjørð gekk leiðin til eitt sera vakurt vatn á Bolungarvík, har umleið 600 fólk búgva. Bóndin, ið umsat vatnið, segði okkum, at lítið av sílum var í vatninum júst nú, fyrr í var høvdu tey fingið fleiri. Bleikjurnar metti hann hildu til har løkirnir komu oman úr fjallinum, tí har var vatnið kaldari.

Vit fóru allir tríggir treystliga til verka. Men tað vísti seg skjótt, at onki vildi taka í okkum. Men har var vakurt, sera vakurt og ótrúliga ríkt fuglalív.

Vit royndu at fiska frá umleið miðdegi til klokkan var farin av seks uttan at vit so mikið høvdu følt ella sæð skuggan av einum síli, laksi ella bleikju.

Sera kalt var eisini í veðrinum í dag, eini 7 stig og hartil nógvur vindur.

Ná, men vit uggaðu okku við at fara á Ísafjørð á restaurant. Tað var Tjøruhúsið, sum var sera forvitnisligt við síni sera fjøltáttaðu fiska bufé.

Tað var skipa so fyri, at ein máltíð byrjaði klokkan 7, tá klokkan var farin um 8.30 var liðugt, tí næsta borðhaldið við nýggjum gestum skuldi byrja klokkan 21. Tað var ein uppliving og sigast skal at maturin var sera góður. Byrjað var við hummarasuppu, síðani var kalvi, reyðsprøka, lippur, laksur, síl, steinbítur og toskur. Omaná fingu vit kaffi.

Hetta var so fjórði dagurin. Í morgin flýta vit á annað stað, tá fara vit Sauðlauksdals vatn, tað liggur Patreksfjørð. Tað er sjálvandi eisini á Vestfirðunum.

Meira í morgin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…