Lýsing
Lýsing

Opið bræv til Heðin Mortensen og Aksel Johannesen

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  01.07.2019 - 20:02 Politikkur Tíðindaskriv

Nei til eykaskatt av økjum. Ja til solidaritet

Vit hava síðan 26.okt 2018 fleiri ferðir biðið um fund við Heðin Mortensen og/ella Aksel Johannesen um tunnilsmálið í Vágum og Leirvíksfjørð.  Tað hevur verið váttað fyri móttøku og at vit skuldu hoyra aftur. Men vit hava onki hoyrt.

Fyri kortum var aftur rykt skrivliga og munnliga eftir fundi. Heðin Mortensen lovaði fund, men enn er friðarligt sum í grøvini.

Okkara tunlar eru útgoldnir og tí er ikki bert óneyðugt , men bæði órættvíst og ósolidariskt áhaldandi at  eykaskatta við bummgjøldum sum núverandi samgonga tykist tvíhalda um.

Samstundis er eitt nýtt felag stovnað har, sum skilst, verandi tunlar eru í. Vit nokta at vera við í hasum felagnum. Men vit vilja vera við til at gjalda Eysturoyartunnil, Sandoyartunnil og Suðuroyartunnil, eins og onnur í okkara landi.

Men vit nokta at okkara økir skulu rinda meira, bert fyri at onnur skulu sleppa undan at rinda.

Tað er ósolidariskt – og tað kunnu vit ikki góðtaka.

 

Heðin Mortensen og /ella Aksel  Johnannesen: Kann tunnilsbólkurin fáa fund nú.  Vit hava nú bíða  í 9 mánaðar at fá hendan?

 

Vegna tunnilsbólkin

Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Síðsti heimadystur hjá minst tveimum KÍ-…
KÍ hevur sett venjara til kvinnu­liðið í…
Tey fremstu fótbóltsfeløg­ini fara avstað…
Áhugaverd framløga um trivnað hjá okkara…
Glíðibreytin
Størru útróðrarbátar­nar vestanfyri í nát…
Safir og Grønanes landa á Kósini í morgu…
Don Quixote aftur á hestbak
KÍ vann stórsigur
Gunvá: Vit fáa onki at vita
Klaksvíkar kommuna respektleys
Gadus siglir heim
U19-lands­liðsleikari gjørt langan sáttmá…
Karl Birgir gav Pochettino føroyska troy…
Morgunsangur í Fuglafjarðar kirkju
Gott fiskarí í Fuglafirði
Gott fiskarí í Fuglafirði
Føroyska makrelkvotan í 2020 verður 116.…
Nakrir útróðrarbátar í dag
Grøna leiðin nýtist ikki at kostað kassa…