Lýsing

Skalvabyrgingarnar á Flateyri

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  02.07.2019 - 11:47 Ítrottur Mentan Tíðindi Vinna

Í gjár sóu vit tríggir, Hans Hjalti Skale, Ásmundur Joensen og undirritaði, hvussu nógv íslendingar á Flateyri hava gjørt fyri at tryggja bygd teirra ímóti, at vanlukkan við skalvalopunum í 1995 ikki skal endurtaka seg.

Føroyingar minnst flestir skalvalopini á Flateyri, eisini tí, at vit sendu peningaliga hjálp til tey neyðstøddu í 95.

Í 1996 var fari undir at byggja eina gyrðing og eitt kar, sum skuldi steðga og taka ímóti møguligum skalvalopi frá fjallinum omnfyri.

Uttasti garðurin niðan ímóti fjallinum, ið er formaður sum ein bylgjubótari er um 15 - 20 metrar høgur, í meðan innari garðurin er um 10 metrar høgur. Roknað verður við at “karið” skal kunna taka ímóti 730.000 rúmmetrum av kava.

 


20 fólk lótu lív

Skalvalopini á Flateyri, ið avikavist komu oman úr fjallinum 18. januar í 1995 og 26. oktober sama ár. Tað fyrra gjørdi materiellan skaða inn á tvinni sethús og eingin fólkaskaði. Men tað seinna tók lívið av 20 Flakteyringum. Millum annað bleiv ein heil familja útsletta, tá 30 ára gomlu foreldrini og børnini, íð vóru fýra trý og eitt ár. Ein óbeskrivilig vanlukka í nýggjari tíð.

 


Av Flateyri gekk leiðin til Vatnsdalsvatn í Vatnsfirði, Hnjótur og Látrabjarg. Meira um tað seinni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ikki við valdi og ikki við kraft, men vi…
Betri tíð til barnið
Eg flenni í andglettinum
Heilsu-og sjúkrarøktin á dagsskrá!
Politiskt hugnakvøld í Jaqson fríggjakvø…
Skert KÍ-lið á Eiði sunnudagin
Trivnaður – Tey við serligum tørvi, hava…
21 nýggj starvs­fólk byrja á Varðanum Pel…
Gøtan løgd
Reglan um “hands” kemur í gildi komandi…
Fysiskt kring landið, mentalt í Havn
Tilmeldingardagur hjá Stjørnuni
Hittust fyrstu ferð týskvøldið eftir sp…
Norðlýsið og løgtingsvalið
Avreiða á Eiði í dag
MEST yvirtekur nýggja havrannsók­nar­skipi…
Bústaðarviðurskifti
KÍ hevur átta stig færri enn B36 í næsta…
Dómarafeilur avgjørdi dystin
Ingolf: Samgongan trygd fyri uppsjóvarræ…