Lýsing
Lýsing
Lýsing

Rík uppliving á Vestfirðum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  02.07.2019 - 15:05 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Nú íslandsferðin hjá okkum trimum, Ásmundi Joensen, Hans Hjalta Skaale og undirritaða er um at nærkast endanum, fara vit at takka Smyril Line fyri góða ferð.

Í gjár fóru vit frá Suðavík til eitt annað búpláss longur vesturi. Endamálið við hesum fimta sílveiðu og forvitnistúri okkara, á Íslandi, var at koma so langt vestur sum til bar.

Fyrsta stopp í gjár var at vitja Flateyri. Síðani gekk leiðin at fiska á Vatndalsvatni við Vatnsfjørð.

Har royndu vit i umleið tveir tímar. Einki kenn og vit sóu einki.

Óheppin

Púra óvitandi hevði hann við flugusteingini verið heldur nærri ósanum enn reglurnar siga. Tá bar honum til, ein flott bleikja umleið trý pund, tá skundaðu vit okkum víðari.

Eftir hetta gekk leiðin til Hnjótur har vit skuldu yvirnáttað. Tá vit høvdu kekka inn, hugsaðu vit um tað ikki vr vert at gera eina útferð til vestasta punkt á Íslandi, nevniliga Latraberg og til vitan á Bjargatanga.

Dynjandi

Áðrenn vit komu til Vatndalsfirðir, steðgaðu vit við fossin Dynjandi, sum hevur fingið navn eftir duninum, ið hann sendir frá sær. Fossurin er 99 metrar høgur, 30 metraar breiður í erva og 60 metrar breiður í neðra. Frá Dynjandi og oman eru seks smærri fossar í somu á.

Lomvigi og Álka

Hetta gjørdist ein sera rík uppliving fyri okkum allar. Landslagið líkist nógv tí vit síggja í Føroyum. Tilfarið í Látrabergi var ikki júst sum í føroysku bjørgunum, men har var ógvusliga talríkt fuglalív at síggja. Vit sóu lomviga, álku, ritu, lunda og annan fugl eisini í berginum. Á sjónum niðanfyri var nógvur kópur at síggja. Sum alla aðrastaðni har nakað er at síggja vóru nógv frammand ferðafólk eisini her vesturi.

Minniligt

Nú gekk leiðin til seinasta vatnið, ið vit ætlaðu at vitja á Vestfirðum. Heta var Sauðlauksdalsvatn við Patreksfjørðin.Eisini her fingu vit eina minniliga uppliving. Hetta gjørdist helst okkara minniligasta uppliving á íslandstúri okkara hesaferð.

Mýggjabitarnir

Eftir sólsetur um 22-23 tíðina kom ein ørgrynna av mýggjabitum upp úr vatninum, og vatnið kókaði av sílum. Mýggjabitarnir vóru so smáir og nógvir, at eg helt tað vera støv sum feyk í andlitið  á mær. Spurdi Hans Hjalta, um tað mundi vera pollen, nei, hatta eru mýggjabitar. Teir vóru so tættir, at tað líktist meira toku enn livandi verðum. Har stóðu vit tríggir, mitt í øllum vasanum av mýggjbitum og sílum. Sílini høvdu tó als ongan áhuga í okkum, tað vóru mýggjabitarnir tey vóru eftir. Í umleið  tveir timar gekk hetta fyri seg, síðani vóru mýggjabitarnir burtur og sílini hvurvu eisini úr eygsjón.

Tó, Hans Hjalti fekk trý síl og Ásmundur eitt, eg var bara fastur í einum. Sílini tóku ikki í pilkin, her var bara flugan, ið fiskaði. Teir báðir brúktu flugu, ímeðan eg hevði pilk undir.

Í dag koyra vit ímóti Vopnafirði.

Kanska fáa tit eina søgu afturat í morgin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað