Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit skulu aftur í fyrstu deild

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur  |  03.07.2019 - 13:50 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Faktatøl frá fiskivinnufyritøkum ì Klaksvìk vìsa greitt, at fiskivinnunýskipanin er ein vinnulig vanlukka fyri Klaksvík. Ein vanlukka gjørd av sitandi samgongu. Ein vanlukka fyri eina fyritøku, sum í 100 ár hevur havt lívsneyðugan týdning fyri Klaksvík og eina fyritøku sum allarhelst øll húsarhald í Klaksvík og fleiri runt Føroya land hava notið gott av.

Roknskapartøl vísa greitt, at úrslitið hjá JFK samtakinum er munandi versnað seinastu trí árini, tvs. meðan hendan samgongan hevur rátt fyri borgum.


Úrslitið hevur verið stútt og støðugt niðurgangandi síðan sitandi samgonga tók við. Í 2016 var úrslitið 45 mio kr., í 2017 var tað 23 mió og í 2018 var tað 1 mio . Hetta eru tøl frá stjóranum sjálvum. Hesi tøl tala sítt tíðiliga og álvarsama mál. 


Fiskivinnan skal tømast fyri kapital


Men takið ikki feil. Hetta var júst meiningin hjá sitandi samgongu frá allarfyrsta degi hendan samgongan kom í eygað. Vit kunnu staðfesta, at politikkurin hjá samgonguni eydnaðist til fulnar. At taka meir pening inn frá fólki og fyritøkum. Tað sýnis, sum tað var og er framvegis ætlanin at lensa og drena vinnuna fyri kapital. Samgongan fór til val uppá, at meir peningur skuldi takast inn frá fiskivinnuni og samgongan við løgmanni á odda vann valið uppá tað. 


Úrslitið síggja vit. Pílarnir hjá aldargamlari fiskivinnufyritøku í Klaksvík peika niðureftir. Ikki orsakað av vánaligari fíggjarstýring ella fiskaloysi, men orsakað av vanstýring frá landsstýrinum. Tað eydnaðist løgmanni at tøla veljaran við lyftum um einar rættvísari og javnari Føroyar. Ríkidømi skuldi út í hvønn krók og inn í hvørja stovu í landinum, men úrslitið er júst tað øvugta.


Ongin lætti til nakran  


Vinnan í norðurøkinum hevur havt milliónatap men ongin hevur fingið meir fyri tann skuld. Meir ríkidømi er ikki komið út í krókarnar og stovurnar runt landið. Heldur hinvegin, so er samgongan farin runt krókarnar og stovurnar eftir meir peningi frá høgum og lágum. Bert hugflogið hevur sett mørk fyri, hvørji avgjøldini skuldu verða. Spyrjið skattgjaldaran, um hann hevur merkt nakran lætta.


Framgongdin steðgað


Við sínum vanlukkuliga vinnupolitikki er tað eydnast samgonguni at steðga framburðinum, sum undanfarna samgonga legði lunnar undir. Um sama samgonga kemur til valdið aftur, so hava vit higartil bara merkt fyrstu verkirnir av eini komandi niðurlaging av okkara høvuðsvinnu. Fólk skulu minnast til, at aðalmálið hjá hesi samgongu er framvegis at taka meira pening úr allari vinnu - ikki bara úr okkara høvuðsvinnum, men úr allari vinnu. Tað sýnist sum um, fólk og fyritøkur skulu tjena minst møguligt, eiga minst møguligt og hava minst møguliga ávirkan og minst møguligt sjálvræði. Landið skal eiga og stýra øllum. Júst sum vit síggja tað nú við Aksel, Høgna og Poul. Og so dittar tjóðveldi sær enntá at tosa um frælsi. Makan til ósmædni skal ein leita leingi eftir. Frælsi til hvønn ? Frælsi til Høgna at gera sum honum lystir ? 


Eitt lagnuval


Komandi løgtingsval er eitt lagnuval fyri Føroya fólk. . Fólkaflokkurin er sterkasti garanturin fyri, at ørskapurin blívur steðgaður. Við verandi kós fara vit ongantíð aftur at síggja nýmótans hátøknilig skip. Grannar okkara grønlendarar, íslendarar, hetlendingar og normenn byggja sær nýmótans hátøknilig skip og vit keypa teirra brúktu, og halda tað vera óført og síggja menning í tí ? . Vandi er fyri, at okkara roynda sjófólk fer í land, tí tey ynskja heldur at verða heima hjá konu og børnum fyri somu løn. Aðrir leita sær uttanlands at sigla, har hýrurnar eru betri og tryggleikin størri.

 

Vit hava ligið fremst í skipaheri, men politikkurin hjá sitandi samgongu hevur longu ført til, at vit eru blivin so dyggiliga afturúrsigld. Tá høvuðsvinnan verður hótt, verður vælferðarsamfelagið eisini hótt. 


Við fólkaflokkinum aftur í fyrstu deild


Fólkaflokkurin vil hava okkum fram í oddin aftur. Vit ynskja,   at fólk og fyritøkur skulu hava frælsi at virka og tjena pening og eiga pening. Pening, sum skal seyra út í samfelagið og sum kann skapa ein náttúrligan vøkstur. Vit vilja avtaka uppboðssøluna og skipanina við menningarkvotum. Brandskattingin av fiskivinnuni skal steðgast og vit vilja skipa fiskivinnuna sum alivinnuna, við 12-ára loyvum við atknýttum rættindum.


Tá fer aftur at bera til hjá fiskivinnuni at gera nýíløgur í skip, so vit aftur koma í fremstu røð, tí fólki hava vit - enn. 


Við Fólkaflokkinum kunnu vit koma aftur í fyrstu deild. 

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

løgtingskvinna.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund