Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klár til Oyggjaleikir á Gibraltar

SKRIVAÐ: Frælsur Ítróttur  |  03.07.2019 - 22:03 Ítrottur Mentan Tíðindi

Í dag høvdu rennararnir úr Treysti, sum skulu umboða Føroyar á Oyggjaleikunum á Gibraltar, seinastu venjing á breyt áðrenn fari verður avstað

Tey vandu í dag á Svangaskarði. Tey fýra úr Treysti eru Rebekka Fuglø, Julian Gregersen, Oddvør Josephsen og Maria Biskopstø.

Rebekka, Julian og Oddvør luttóku á Gotlandi fyri tveimum árum siðani, meðan Maria luttekur fyri fyrstu ferð. Tey hava fyrireika seg so væl tey hava kunnað, so spennandi verður at fylgja teimum á Gibraltar. Ferðalagið flýgur beinleiðis úr Vágunum til Gibraltar seinnapartin í morgin.

Samlaði hópurin í frælsum ítrótti telur tilsamans 15 íðkarar, sum eru: 

Rebekka Fuglø (1993) úr Treysti 800m, 1.500m og 5.000m (sættu ferð síðan 2009)
Julian Gregersen (1998) úr Treysti 800m og 1.500m (aðru ferð síðan 2017)
Oddvør Josephsen úr Treysti 400m og 1.500m (aðru ferð síðan 2017)
Maria Biskopstø (2002) úr Treysti 400m og 800m (fyrstu ferð)
Rigmor N. Arge (1969) úr Hvirluni hálvmaraton (fimtu ferð síðan 1999)
Tórur Mortensen (1998) úr Hvirluni 100m og 200m (triðju ferð síðan 2015)
Lýdia P. Simonsen (2001) úr Hvirluni kúlustoyt (fyrstu ferð)
Edna Maria Debes (1997) úr Hvirluni longdarlop (fyrstu ferð)
Margit Weihe Frímundsdóttir (1999) úr Bragdinum 200m og trístøkk (aðru ferð síðan 2017)
Elisabet Holm Simonsen (2001) úr Bragdinum 100m og longdarlop (aðru ferð síðan 2017)
Alda S. Lamhauge (1998) úr Bragdinum 100m og 200m (aðrun ferð síðan 2017)
Andreas B. Antoft (2002) úr Bragdinum 200m og longdarlop (fyrstu ferð)
Teresa F. Bláhamar (2001) úr Bragdinum hæddarlop (fyrstu ferð)
Bára J. Glerfoss (2003) úr Bragdinum trístøkk (fyrstu ferð)
Sarah Vallin (1998) úr Bragdinum 10.000m og hálvmaraton (fyrstu ferð)
Føroyar hevur eisini lið í 4x100m og 4x400m boðrenning hjá kvinnunum
gg: broytingar kunnu koma fyri í onkrari grein

Á hesi leinkjuni niðanfyri er ymisk kunning um ítróttagreinar, luttakarar, skrá, úrslit o.a. í smb. við Oyggjaleikirnar

https://www.gibraltar2019.com/ 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum