Lýsing

Ein frálíkur veiðidagur á Eystlandinum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  04.07.2019 - 09:17 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Vit vóru ikki so snimma uppi, ótu morgunmat klokkan 09.00, Gistu á Sireksstøðum. Fingu sera góða hjálp og kunning frá vertsfólkunum um veiðimøguleikar á Vopnafjarðarleiðini. Tað var skjótt at matmóðurin ringdi til tveir bóndir um fiskiloyvir til okkara.

Keyptu fyrst Nykurvatn  fyri 50 krónur í part. Síðani niðara part, ella silungasvæði í Hofsá fyri góð 200 krónur hvør. Síðani vístu tey á Skógalón á Nýpsfirði..

Nykur vatni royndist ótrúliga væl Oliver fekk 17 síl, Hans Hjalti 10. Hetta var størst veiðuløta túrinum. Vit fiskðu í tríggjar tímar við Nykurvatn har alt sum vit fingu var bleikjur. Tað kókaði í veruleikanum við sílum á vatninum.

Um tveytíðina fingu vit okkum ein bita á servisustøðini N1. Beint uttanfyri var ein lítil vík. Har var hópur av æðum við ungum at síggja. Tað var ein stuttlig og hjartanemandi løta, at uppliva hvussu æðurnar tóku sær av ungum sínum. Ikki ein bakur ella annar rovfulglur hekk uppi yvir ella sat og bíðaði eftir einum møguleika at nápa sær ein unga.

Síðani stóð ein stór uppliving fyri okkum allar tríggjar fyri framman. Nú skuldu vit royna okkum í eini stórari kendari laksá. Hetta var áin Hofsá. Googlar tú ánna, so verður reypað um at Prins Charles hevur sagt at har hevur hann upplivað størstu laksaveiðuløtu sína. Í ánni verða veiddir ímillum 1000 og 1500 laksar um árið.

Vit fingu tilsamans trý góð síl og eina stóra bleikju. Stóru bleikjuna dróg Ásmundur í land.

Loyvið vit høvdu keypt til ánna gav okkum rætt at vera í ánni frá 15 til 21.

Aftaná tað fóru vit á Nýpsfjørð at royna. Nú var seint og kalt, so vit blivu ikki drúgvir har, vit royndu í ein tíma. Sera spentir fóru vit við tráðuni, tí undir brúnni, ið er ein yvirumkoyring innanst í fjørðinum, sóu vit laksar svimja. Men teir vildu ikki taka hóast teir ferð eftir ferð komu aftaná bæði flugu og pilki. Tað settið rættuliga at hjartanum, tá hesir stóru laksarnir komu við ferð eftir okkara beitum. Aftur ein spennandi uppliving.

Hesin dagurin í gjár, mikudagurin gjørdist kanska ein tann mest spennandi fiskidagur okkara á túrinum, og satt at siga so kom hann líkasum burtur úr ongum.

Vit høvdu leiga okkum inn til gisting hjá hesum bóndanum, ið hevði eitt Farm Holyday stað her á Vopnafirði. Gistingin var bara gjørd við hvíld fyri eygað eftir at vit høvdu verið á Vestfirðum. Men vit vóru so heppnir at fáa samband við stóra blíðskap íslendinga, sum leiddu okkum tíl bestu veiðuá, fjørð og veiðuvatn, sum vit troyttu á túrinu í ár.

Tey bæði húsfólkini á Sirfekstøðum tóku ímóti tá vit troyttir komu aftur á garðin um miðnáttarleitið at gjalda fyri morgunmatin vit høvdu fingið áðrenn vit fóru at fiska mikumorgunin. Tey bæði søgdu við ein munn, at vit vóru meira enn vælkomnir aftur eina aðra ferð.

Í morgun, hósmorgunin. Klokan er 07.30 vit eru komnir væl ávegis til Norrønu, ið skal sigla av Seyðisfirði um 10.30 tíðina.

Tripteljarin í bilinum sigur okkum, at tá vit koma til Seyðisfirðar, í morgun, tá hava vit koyrt knappar 3000 kilometrar hesa ótrúliga gevandi viku okkar á Íslandi.

Smyril Line eigur stóra tøkk fyri góða tænastu. Vit tríggir og helst eisini teir 10-15 menninir, ið hava verið við okkum á hesum veiði og upplivingarferðum tey fimm árini vit hava fyriskipað, kunnu bara viðmæla at síla og laksaáhugaðir føroyingar uttan himpr kunnu fara til Íslands at royna seg við tráðuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Talvan gongur fyri Sjómansmissiónina
Sjálvandi skal sjómanna­frádráttu­rin hald…
Tann ið kastar fyrsta steinin
KÍ vann stórsigur móti B36
Høvi at stuðla Føroysku Sjómansmissiónin…
Árliga Fossánesrenningin verður í morgin
Kommunala Eftirlitið góðkent Spania­stovu…
73 ára gamal yvirlækni uttan "hæddarskræ…
Næstbesta liðið hjá KÍ byrjar aftur í da…
Vit mugu virðismeta og raðfesta Strandfe…
Endur­nýtsla ella skilaleyst oyðsl?
Nú eru greitt nær KÍ spældir útsettu lan…
Húsarhalds­skúli Føroya fingið tilsøgn
Laksatorgið fer av bakkastokki í morgin
Føroyagrunnu­rin lýsir eftir umsóknum
Lægri lønarskatt og kappingarføra skatta…
Prince verður avloysara­skip fyri Smyril
Lova 33 hitastig í Luzern hósdagin
Útiguds­tænasta norðuri á Skarði
Smærri flogvøllir