Lýsing

Kristian Olsen: Stóran týdning at vinna dystin

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  04.07.2019 - 11:37 Ítrottur Tíðindi

Eitt av KÍ-viðhaldsfólkunum, sum verður í San Marino í kvøld, er Kristian Olsen.

Kristian var staddur á strondini í Rimini í Italia, sum liggur beint við San Marino, tá Norðlýsið hitti hann í morgun. Hann væntar ikki, at Tre Fiori kann skapa spenning í dystin, sum í Føroyum endaði 5-1 til KÍ.

- Eg vænti, at KÍ vinnur 2- ella 3-0. Hitin kann spæla inn og har vera Simen Sandmæl og Semir Hadzibulic týdningarmiklir. Tað hevur stóran týdning at vinna hendan dystin. Bæði fyri føroyskan fótbólt, sum stríðist fyri at varðveita fýra pláss í Europa og KÍ, sum kann bróta múrin við ongan útidyst at hava vunnið í Europa, sigur ein bjartskygdur Kristian Olsen.

 


Hita upp í San Marino

Við KÍ eru eini 20 viðhaldsfólk. Tey búgva í Rimini. Men upphitingin verður í San Marino.

- Vit fara saman við bussi til San Marino kl. 15.00 føroyska tíð og so verður upphiting í San Marino. Tá sleppa vit eisini at uppliva San Marino í nakrar tímar fram til dystin, sum byrjar kl. 19.45 føroyska tíð, sigur Kristian Olsen at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein glaður Frits í Glæmuni
Klaksvík­ingar tóku Svangaskarð til sín
Norðoya Fólkafloks­felag er liðugt við sí…
Líðhamar góðan túr í dag
Fimm dystir á rað uttan tap í Europa kap…
So nógvar pengar fær KÍ fyri Europa Leag…
KÍ skrivaði søgu - Myndarrøð
Skarbalius: Uppiborið at KÍ fer víðari
Merkta grindin í Íslendskum sjógvi
Líðhamar roktúr norð­anfyri
Góð fótbóltslíkindi í kvøld.
Jóannis Erik Køtlum stillar upp fyri Tjó…
Snellan oyðir ongan fisk
Munur á býráðs­politikarum í Runavík og K…
Kristian Isaksen 90 ár
Upptakt: KÍ-Riteriai
Bústaðir byggir framhald­andi tríggjar fe…
Uppisjóvarvirkið á hvørjum tanga og -ski…
Eingin hevur spælt við KÍ í Europa kappi…
Fiska frítt upp til 15 tons