Lýsing
Lýsing

Hondbólts hetjurnar

SKRIVAÐ: Jens Heri Bolstad Mortensen  |  04.07.2019 - 12:30 Lesarabrøv Tíðindi

Eg havi við stórum spenningi og stórari gleði fylgt okkara U-17 hondbólts landsliði, nú teir umboða tjóð okkara í altjóða kapping.

Hesir ungu mennirnir eru ómetaliga knáir, og fáa teir onki minni enn fantastisk úrslit.

Hesu góðu úrslit koma ikki av ongum, men liggur tað ómetaliga hart arbeiði aftanfyri frá hvørjum einstøkum leikara, og frá øllum rundan um liðið, tað verið seg venjarnum, hjálparfólki, og sjálvbodnum, sum hava verið um hesar ungu mennirnar frá barnsbeini av.

Tað vit síggja nú, er úrslitið av miðvísum og væl skipaðum arbeiði gjøgnum nógv ár.

Hetta krevur nógva orku, og ikki minst góðar fíggjarligar karmar.

Eg eri sjálvur ítróttarmaður og havi verið á ymsum unglinga landsliðum, so eg veit hvussu hesir ungu mennirnir hava teir, og hvussu ómetaliga stoltir teir eru, at umboða okkara tjóð, serliga nú úrslitini eisini eru so framúr góð.

Sum eg fyrr havi nevnt, so vil eg gera alt hvat eg kann, fyri at okkara ítróttarfólk, fáa bestu sømdir at menna seg, og vinna okkum heiður og æru.

Eg veit at tað kostar nógvar pengar at vera við í fremstu røð, men hetta er nakað sum vit eiga at brúka pengar uppá, og eg ivist ikki í, at hesir pengar eru væl givnir út.

So um tit vilja hava eitt umboð í løgtinginum, sum veit, hvussu stóran týdning ítróttur hevur fyri okkara ungu, og ikki minst fyri okkara land, setið so kross við meg á komandi løgtingsvali.

 

Jens Heri Bolstad Mortensen

Valevni fyri Sjálvstýri

Rio de Janeiro

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin