Lýsing

Størsti útisigur hjá nøkrum føroyskum felag

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  04.07.2019 - 21:35 Ítrottur Tíðindi

Tað gjørdist ein søguligur stórsigur hjá KÍ í San Marino í kvøld.

KÍ vann 4-0 og so nógv hevur einki annað føroyskt lið vunnið við á útivølli. Frammanundan vóru størstu sigrarnir við trimum málum. So hóast hetta var fyrsti útisigurin hjá KÍ, so gjørdist hann eisini tann størsti hjá nøkrum føroyskum felag.

Í Føroyum vann KÍ 5-1 og tað er saman við einum øðrum dysti størsti sigurin nakrantíð hjá einum føroyskum felag. Og 9-1 sigurin er samanlagt tann størsti hjá nøkrum føroyskum felag í Europa.

 


Klassamunur í fyrra hálvleiki

Í fyrra hálvleiki sjoraði KÍ tríggjar ferðir. Tað gekk ein løta, har tað gekk javnt á, men so bleiv Jonn johannessen feldur og Jóannes Bjartalíð skoraði uppá brotsspark og sítt 4. mál í Europa. Løtu seinni var 2-0, tá Jóannes K. Danielsen sendi innlgg innfyri til Jonn Johannessen og 17 ára gamli vongurin skoraði sítt næsta mál í Europa í tveimum dystum. Í síðsta minutti í fyrra hálvliki bleiv 3-0, tá Simen Sandmæl spældi Patrik Johannesen leysan og so kundi patrik skorað sítt næsta mál í tveimum Europa dystum fyri KÍ. 3-0 var hálvleiksstøðan og tað var eingin ivi um, at KÍ var klárt tað betra liðið, serliga tá tað snúði seg um at skapa møguleikar og vandastøður.

 

Linligur seinni hálvleikur

Í seinna hálvleiki var dysturin merktur av, at alt var avgjørt og kanska spældi hitin eisini inn. leikferðin var lág og málmøguleikarnir fáir. KÍ fekk tó eitt mál, sum kom eftir hornasparksstøðu og Jóannes K. Danielsen skoraði inni í 5-metrinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein glaður Frits í Glæmuni
Klaksvík­ingar tóku Svangaskarð til sín
Norðoya Fólkafloks­felag er liðugt við sí…
Líðhamar góðan túr í dag
Fimm dystir á rað uttan tap í Europa kap…
So nógvar pengar fær KÍ fyri Europa Leag…
KÍ skrivaði søgu - Myndarrøð
Skarbalius: Uppiborið at KÍ fer víðari
Merkta grindin í Íslendskum sjógvi
Líðhamar roktúr norð­anfyri
Góð fótbóltslíkindi í kvøld.
Jóannis Erik Køtlum stillar upp fyri Tjó…
Snellan oyðir ongan fisk
Munur á býráðs­politikarum í Runavík og K…
Kristian Isaksen 90 ár
Upptakt: KÍ-Riteriai
Bústaðir byggir framhald­andi tríggjar fe…
Uppisjóvarvirkið á hvørjum tanga og -ski…
Eingin hevur spælt við KÍ í Europa kappi…
Fiska frítt upp til 15 tons