Lýsing

Páll og Høgni hava tosað: Páll helddur fast um at atgerðarloysi hjá formanninum í Tjóðveldi hevur verið til stóran skaða

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  05.07.2019 - 10:52 Politikkur Tíðindi

Eg tosi við Høgna Hoydal javnan, og havi eisini gjørt tað í morgun. Men tað broytir ikki, at eg haldi, at mín kritikkur hevur verið sakligur og erligur, og hann standi eg við, sigur Páll á Reynatúgvu

Neyðugur og sakligur kritikkur!

Eg tosi við Høgna Hoydal javnan, og havi eisini gjørt tað í morgun. Men tað broytir ikki, at eg haldi, at mín kritikkur hevur verið sakligur og erligur, og hann standi eg við.

Hvør kann vísa aftur at avgreiðslan av menningarkvotunum hevur verið óvanliga drúgv, serliga havandi í huga, at hon bert er eitt eftirlit av einum arbeiði, hjá einari nevnd. Tíanverri er tilgongdin ein endurtøka av støðuni í fjør, og hetta er ikki ein avgreiðslutíð, ið vit kunnu bjóða okkara vinnu.

Í Føroyum og í Tjóðveldi hava vit loyvi at finnast at, hvussu vit politikkarar umsita tað vald, ið vit hava fingið frá fólkinum. Í so máta er eingin hevjaður. Hvørki løgtingsformaðurin, ella fiskimálaráðharrin.

Uppgávan hjá Tjóðveldi er at savna fólk um tjóðina, og saman byggja land. Tí kunnu vit sum umboð fyri flokkin ikki standa tigandi, um okkurt er, ið spjaðir heldur enn savnar, og sum als ikki byggir land.

Eg havi, sum løgtingsformaður, havt úr at gera við at halda saman upp á Løgtingið, halda saman uppá samgonguna, men eg havi sagt frá um mína ónøgd á røttum stað og ofta, tað kann formaðurin uttan iva eisini vátta. Men tá tað ikki verður lurta, kann verða neyðugt at siga tað alment.

Fiskivinnunýskipanin er ein togtogan um tilfeingi okkara alra. Hetta snýr seg um pengar, virðir og arbeiðspláss.

Um vit hyggja at nýskipanini, so fóru 75% beint aftur til teir sum høvdu loyvini frammanundan. 15% seld á uppboðssølu, har tann nýggi aktørurin hevur lítlan og ongan møguleika.

So eru 10% eftir av tilfeinginum, sum blivu til menningarkvotur. Um tey ikki kunnu enda sum arbeiði, har størsti tørvurin er á arbeiði, so havi eg misskilt okkurt, ella tænir nýskipanin ikki sínum endamáli.

At loyvini til Sandoynna vóru somikið stutt, at tey ikki geva grundarlag fyri umlegging av virkseminum til uppisjóarfisk, ger bara støðuna uppaftur meira absurda.

Eg haldi ikki, at nakað er galið við, at politikkarar tora at føra politikk. Politisk útlutan hevur kanska fingið ringt orð á seg, tí tað gjøgnum tíðirnar oftast hevur verið brúkt til at geva meira til tey, ið hava mest frammanundan.

Men politisk útlutan kann eisini venda sosialt rætt, og vinnupolitiskt rætt, og er tað at føra politikk ikki júst tað, ið vit sum politikkarar eru valdir at gera?

Hví Sandoyggin fekk molarnar, hóast hon leyk øll grundkrøvini, og átti at verið lyft vinnuliga, eins og í Vágum, Norðstreymi, og í Suðri, er ein ógvuliga rímiligur og sakligur kritikkur.

Hví man bert gevur eitt ára loyvir, tá íløgurnar, ið umlegging til uppisjóarfisk krevja longri loyvir, er eisini ein sakligur kritikkur.

Eg havi altíð verið ein viðleikari á liðnum, men eisini ein mótvekt hjá Høgna. Men eg eri ikki ein blindur stuðul, og eg gevi formanninum mótspæl tá hann hevur tað fyri neyðini. Og tá flokkurin hevur tað fyri neyðini

Tað standi eg við. Eisini um boðskapurin er illa lýddur, skrivar løgtingsformaðurin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein glaður Frits í Glæmuni
Klaksvík­ingar tóku Svangaskarð til sín
Norðoya Fólkafloks­felag er liðugt við sí…
Líðhamar góðan túr í dag
Fimm dystir á rað uttan tap í Europa kap…
So nógvar pengar fær KÍ fyri Europa Leag…
KÍ skrivaði søgu - Myndarrøð
Skarbalius: Uppiborið at KÍ fer víðari
Merkta grindin í Íslendskum sjógvi
Líðhamar roktúr norð­anfyri
Góð fótbóltslíkindi í kvøld.
Jóannis Erik Køtlum stillar upp fyri Tjó…
Snellan oyðir ongan fisk
Munur á býráðs­politikarum í Runavík og K…
Kristian Isaksen 90 ár
Upptakt: KÍ-Riteriai
Bústaðir byggir framhald­andi tríggjar fe…
Uppisjóvarvirkið á hvørjum tanga og -ski…
Eingin hevur spælt við KÍ í Europa kappi…
Fiska frítt upp til 15 tons