Lýsing
Lýsing
Lýsing

Valevni fyri Sambandsflokkin til Løgtingsvalið

SKRIVAÐ: Edva Jacobsen, valevni til Løgtingi fyri Sambandsflokkin  |  07.07.2019 - 16:53 Politikkur Tíðindaskriv

Samhald hevur víst mær tað álit aftur hesa ferð at stilla meg upp til Løgtingsvalið.

 

 

Tað geri eg við gleði, og eri sera spent upp á tíðina sum er fyri framman.

Her eru nøkur av mínum mongu hjartamálum

 

-           Vinnan skal hava tryggar, stabilar og kappingarførar  karmar  at virka undir

-           Sterkt heilsu- og almannaverk í tøttum samstarvi í ríkisfelagsskapinum

-           Bestur karmar innan serøkini, íroknað bústaðarmøguleikar

-           Fjølbroyttir íbúðarmøguleikar til allar málbólkar

-           Útnytta grøna orku har møguleiki er fyri tí.

-           Bestu útbúgvingarmøguleikar til okkara ungdóm, bæði í Føroyum og aðra staðni.

-           Viðgerðartrygd til allar føroyingar

-           CPR-nr, sum ger tað lættari at virka í øllum ríkisfelagsskapinum, t.d. í útbúgvingar- og   sjúkraørindum

-           Fiskivinnuskipanin má endurskoðast. Uppboðssøla av fiskirættindum kann ikki brúkast

-           Tryggan búskap - prístalsregulering av ríksiveitingini, størri játtan til vælferðartænastur

-           Góðar karmar til felagsskapir, t.d. Kris, Provita, Herbergið og aðrar, so teir hava enn betri møguleika at  virka til stórt gagn fyri tey menniskju, sum hava brúk fyri hjálp og teirra familjur

 

Eg brenni fyri at gera mun politiskt og um eg fái møguleikan, vil arbeiða hart fyri at skapa tryggar karmar, bæði vinnuliga, sosialt og fíggjarliga, og reka ein framtaksfúsan politik  á kristiligum mentanarstøði. 

 

Edva Jacobsen, valevni til Løgtingi fyri Sambandsflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund