Lýsing
Lýsing
Lýsing

Avgjøldini týðuliga ávirkan á vinnuna

SKRIVAÐ: Beinir Johannesen, valevni Fólkafloksins  |  07.07.2019 - 17:07 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Í svarið til fyrispurning, so hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum svarað, hvussu gongdin hevur verið í fiskivinnuni síðan nýggja lógin er sett í verk, og samanber hann árini 2014 og 2018.

Hví 2014? Hví ikki 2015? Tá verandi samgonga seint um árið tók við, og flestu skip vóru farin sín seinasta túr?

Tað árið vaks avreiðingarvirði við hálvari milliard, í mun til árið fyri, ið var 2014. So her er týðuligt, at man er selektivur, og velur tøl til sín fyrimun, og als ikki svarar spurningin orduligt. Sera mísvísandi!

Avreiðingarvirði hækkaði frá 2012 til 2015 við 28,2% undir síðstu samgongu. Undir verandi samgongu, so er avreiðingarvirði voksið 2,8% frá 2016 til 2018.

Men hyggja vit eftir uppboðssølu o.ø. gjøldum frá tí, at undanfarna samgonga sat í 2015 og til 2018, so hevur landskassin fingið 131,7% meir í gjøldum.

Hyggja vit so at, hvussu gongdin hevur verið síðan 2015 við avreiðingarvirðinum, og taka síðani og mótroknað við uppboðsølu o.ø. gjøldum, so er støðan greið. Krónir og oyrir eru minkandi. Vinnan fær minni at brynja seg við til íløgur og menning til vinnuna.

 

 

Er hetta tað, ið vit ynskja? Eina vinnu, ið verður sett í fótonglar, og verður afturúrsigld í kappingini við heimsmarknaðin?

Ella ynskja vit ein politikk, ið setur vinnuna í tryggar karmar, soleiðis hon kann endurnýggja og menna seg, og vera kappingfør um allan heim - fyri vinnu, borgarar og land at frama? So er valið greitt til løgtingsvalið - Fólkaflokkurin!

 

Beinir Johannesen, valevni Fólkafloksins

 

Keldur: Vørn og Fíggjarmálaráðið

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…