Lýsing
Lýsing
Lýsing

Merktu hvalirnir bíða helst

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  08.07.2019 - 00:29 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Norðlýsið var beint eftir midnátt í Gøtu, har vit fingu hesar myndirnar í skýmingini. Tað gekk sera væl at merkja hvalirnar, frá grindini sum var funnin á Gøtuvík í dag. Men verri gekst at fáa hvalirnir út aftur. Sýslumaðurin Karl Johansen sigur, at roynt var fleiri ferðir at reka teir av Gøtuvík. Við seinastu royndina fingu bátarnir hesar fáu hvalirnar, helst einir 16 ella so, út ímóti fjørðinum. Tá høvdu menn brúkt so nógva tíð í dag, at teir avgjørdu at gevast. Ikki meira enn høvdu teir bundið bátarnar, tá grindin aftur var inni í gjøgnum á Gøtuvík.

Í dag hendi eisini tað, at ein stórur hvalur úr grindini hevði trupulleikar at fylgja bólkinum. Tá so menn løgdu á at reka tað einu ferðina, lá hesin bara og fleyt, og tað vísti seg at hann var deyður. Hetta var ein sera stórur hvalur, so nú er spekulatiónin, um bólkurin liggur á Gøtuvík og bíðar eftir honum. Deyði hvalurin var sleipaður til Leirvíkar, har hann skal kannast. Hesin hvalurin kann hava verið leiðarin fyri bólkin, hvør veit?

Tá vit vóru í Gøtu beint eftir midnátt, ringu vit til Bjarna Mikkelsen, hvalaserkønan frá Umhvørvisstovuni. Hann lá á Tangafirði, klárur at sigla til Gøtuvíkar við skjóttgangandi báti sínum. Bjarni var sera harmur um gongdina, men vónaði, at hann kanska kundi hjálpa til í nátt at fáa hvalirnar av víkini tá tað fer at lýsa.

Í Føroyum er sera nógv fokus á grindahvalin, og tí eru okkara granskarar frammi í skónum, tá ið veldst um at staðfesta støðuna hjá grindahvalinum. Sum vit hava sagt aðrastaðni her á síðuni, so eru grindahvalir fleiri ferðir merktir her við sendara, og tað hevur givið okkara granskarum sera stóra vitan um hvalin. Umframt hvalamerkingar, hava okkara granskarar eisini verið við í hvalateljingum.

Norðlýsið fer aftur í morgin at fylgja gongdini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…