Lýsing
Lýsing
Lýsing
Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri | Mynd: Dávur Winther

Høgni svarar Óluvu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.07.2019 - 07:41 Politikkur Tíðindi Vinna

Samanumtikið er at siga, at gongdin í fiskivinnuni og møguleikunum í Norðoyggjum hevur verið framúr góð seinastu fýra árini, sigur Høgni Hoydal í svari til partakvinnuna Óluvu Klettskarð

Svar til § 52a fyrispurning nr. 80/2018 frá Óluvu Klettskarð, løgtingsmanni. 
 

Fyrispurningur um viðurskifti hjá ymsu pørtunum í fiskivinnuni í Norðoyggjum, síðan henda samgongan tók við settur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 
 
1. Hvussu hava inntøkuviðurskiftini og manningarviðurskiftini lagað seg seinastu fýra árini?

2. Hvussu hava ymsu skipabólkarnir staðið seg undir nýggju lóggávuni?

3. Er virksemið skert hjá ymsu samtøkunum í Norðoyggjum, nú nógv er at hoyra um afturgongd og vantandi vinning við nýggju lóggávuni um sjófeingi?

4. Hvussu nógv er virðið á tilfeinginum, tí útlutaða og keypta, sum komið er til Norðoyggjar í mun til undanfarin ár.

5. Hvussu eru útlitini hjá reiðaríum og fiskimonnum í økinum við nýggju lógini í komandi tíðum?

 

Svar: 
 
Samanumtikið er at siga, at gongdin í fiskivinnuni og møguleikunum í Norðoyggjum hevur  verið framúr góð seinastu fýra árini. Eisini um samanborið verður við gongdina í fiskivinnuni í restini av landinum. 
 
Fiskivinnan í Norðoyggjum fevnir um nógv og ymiskt virksemi á sjógvi og landi, og tískil eru savnað neyv hagtøl og upplýsingar um ymsu partarnar, sum eru hjáløgd í talvum og myndum sum fylgiskjal til svarið uppá spurningarnar. 
 
Í høvuðsheitum er gongdin í Norðoyggjum seinastu fýra árini í ymsu pørtunum:

- Talið á løntakarum í fiskivinnuni á bæði sjógvi og landi í Norðoyggjum er vaksið, og lutfalsligu lønarútgjaldingarnar árliga eru vaksnar munandi í bæði fiskiskapi og fiskiídnaði. Í miðal fyri hvønn løntakara úr 523.000 kr. upp í 692.000 kr.  
 
- Samlaða avreiðingarvirðið hjá øllum skipabólkum í Norðoyggjum er vaksið við 41% - meðan tað fyri restina av flotanum er vaksið við 27%.  
 
- Í krónum – tá ið tilfeingis- og uppboðssølugjøld eru drigin frá – er vøksturin í inntøku frá avreiðingum í Norðoyggjum +244 mió. kr. seinastu fýra árini.  
 
- Í ymsu skipabólkunum í Norðoyggjum er gongdin í avreiðingarvirði seinastu 4 árini: 
 
• Nóta- og ídnaðarskip:  +   52%  
• Flakatrolarar:   ÷     7%   
• Bólkur 2 – Trolarar:  +     5% 
• Bólkur 3 – Línuskip: + 114% 
• Bólkur 4A – Útr. bát: +   89% 
• Bólkur 4B – Útr. bát: +   60% 
• Bólkur 4T- Trolbátar:  + 202% 
 
Tilsamans er sostatt ein sera stórur vøkstur í Norðoyggjum í øllum bólkum uttan flakatrolarum – har eitt skip er selt av landinum.  
 
Vøksturin í øllum bólkum uttan flakatrolarum í Norðoyggjum er munandi størri enn fyri bólkarnar tilsamans í øllum landinum. 
 
Vert er at hava í huga, at í hesum tíðarskeiði er makrelkvotan lækkað seinastu tvey árini, kvotan í Barentshavinum er lækkað, og sildaprísurin er fallin munandi. 
 
Sostatt má gongdin sigast at vera framúr góð, hóast tey altíð skiftandi viðurskiftini við kvotum og marknaðum.

 

Til spurning nr. 1. 
Talið av teimum, ið starvast innan fiskiskap og fiskiídnað kring landið, hevur verið lutfalsliga støðugt seinastu árini. Í 2014 starvaðust 392 løntakarar innan fiskiskap í Norðoyar sýslu, og talið er vaksið til 416 í 2018. Talið av fólki í fiskiídnaðinum í Norðoyar sýslu var 222 í 2014 og 232 í 2018. (Sí mynd 1 í fylgiskjalinum. Kelda: Hagstova Føroya).  
 
Hyggja vit at lønarútgjaldingunum innan fiskiskap í Norðoyar sýslu sæst á mynd 2, at lutfalsliga lønin hjá løntakarum innan fiskivinnuna er vaksin 32%, úr 523 túsund krónum upp í 692 túsund krónur.  
 
Hetta er ein øking í miðal uppá 169 túsund krónur fyri hvønn løntakara í Norðoyar sýslu. Sama tíðarskeið sæst somuleiðis á mynd 2, at økingin innan fiskaídnað er í miðal 33 túsund krónur árliga. (Kelda: Hagstova Føroya)

 

Til spurning nr. 2. 
Svarið er grundað á yvirlit yvir avreiðingarvirði hjá ymsum skipabólkum fyri tíðarskeiðið 2014 til og við 2018. (Sí hjáløgdu talvur 1 til 10. Kelda: Vørn, uppseting Fiskimálaráðið). 
 
Nóta- og ídnaðarskip (Talva 1) Sambært talvuni er vøksturin fyri allan bólkin 36%, meðan vøksturin hjá skipunum heimahoyrandi í Norðoyggjum er 52%, svarandi til 237 milliónir krónur frá 2014 til 2018.  
 
Sambært tølum frá Vørn hoyrdu í 2014 37% av samlaða avreiðingarvirðinum til Norðoyggjar. Í 2018 er hetta talið 42%. 
 
Her skal leggjast afturat, at í 2014 var veiði- og uppboðssølugjaldið fyri bólkin nóta- og ídnaðarskip 126 milliónir. Til samanberingar var talið í 2018 303 milliónir krónur.  
 
Ganga vit út frá, at Norðoyggjar rinda lutfalsligt veiðigjald eftir avreiðingarvirði, so svaraði 37% av veiðigjaldinum í 2014 til 47 milliónir. Í 2018 fullu 42% av avreiðingarvirðinum í Norðoyggjum, og hesin parturin er vaksin til 127 milliónir krónur í veiðigjaldi. 
 
Samanumtikið sæst, at frá 2014 til 2018 er avreiðingarvirðið í Norðoyggjum vaksið við 237 milliónum krónum frá 2014 til 2018. Avgjaldið er vaksið við 80 milliónum krónum sama tíðarskeið.  
 
Samlaði vøksturin í inntøku til Norðoyggjar innan bólkin nóta- og ídnaðarskip er 157 milliónir í meirinntøku frá 2014 til 2018.

Flakatrolarar (Talva 2) Talva 2 vísir avreiðingarvirðið fyri flakatrolarar, og á sama hátt sum omanfyri sæst, at avreiðingarvirðið hjá bólkinum er vaksið við 89 milliónum frá 2014 til 2018, meðan parturin í Norðoyggjum er lækkaður við 14 milliónum sama tíðarskeið.  
 
Í tíðarskeiðinum er avreiðingarvirðið í Norðoyggjum farið frá 185 milliónum krónum í 2014 niður í 171 milliónir krónur í 2018. Hetta er ein lækking á 7% í mun til 2014. 
 
Hesin bólkur hevur keypt kvotur á uppboði fyri 11 milliónir í 2018. Av samlaða uppboðnum keypti reiðarí í Norðoyggjum 45%, svarandi til 5 milliónir krónur. Tískil er minkingin 19 milliónir krónur í Norðoyggjum innan hendan bólkin. 
 
Bólkur 2 – Trolarar (Talva 3) Fyri trolararnar í bólki 2 vísir samlað fyri bólkin eina afturgongd á 18%, meðan skipini heimahoyrandi í Norðoyggjum hava ein framgongd á 5%. Hendan økingin í Norðoyggjum kemst av, at ein nýggjur trolari er komin afturat til Norðoyggjar í 2017, sum ger, at minkingin í bólki 2 í Norðoyggjum verður vend til eina øking, hóast bólkurin minkar við 18%.

Økingin innan henda bólk í Norðoyggjum skapar eina meirinntøku til Norðoyggjar uppá 4 milliónir krónur frá 2014 til 2018. 
 
Bólkur 3 – Línuskip yvir 110 tons (Talva 4) Hyggja vit eftir, hvussu línuskipini hava klárað seg í umrødda tíðarskeiði sæst, at í hesum bólkinum hevur verið sera stórur vøkstur. Bólkur 3, sum eru stór línuskip, er vaksin við 78%, svarandi til 135 milliónir frá 2014 til 2018.  
 
Fyri Norðoyggjar sæst sum innan allar hinar bólkarnar, at hann veksur lutfalsliga nógv. Ein vøkstur á 71 milliónir, ella 114% frá 2014 til 2018, har flest øll skipini í Norðoyggjum hava stóran vøkstur. 
 
Fyri Norðoyggjar merkir hetta eina meirinntøku á 71 milliónir krónur í tíðarskeiðinum 2014 til 2018. 
 
Bólkur 4A – Útróðrarbátar millum 15-40 tons (Talva 5) Í bólkinum útróðrarbátar millum 15 og 40 tons er somuleiðis stórur vøkstur í bólkinum.  
 
Hesin veksur 81%, sum er ein vøkstur í avreiðingarvirði á 6 milliónir. Skip í Norðoyggjum í hesum bólkinum vaksa 89% hetta tíðarskeiðið 2014 til 2018. 
 
Hesin bólkurin stendur fyri eini meirinntøku til Norðoyggjar uppá 6 milliónir krónur frá 2014 til 2018. 
 
Bólkur 4B – Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu (Talva 6) Í hesum bólki er ein vøkstur í bólkinum á 29%, meðan vøksturin í Norðoyggjum er 60%. Hesir bátar í Norðoyggjum hava avreitt fyri 20 milliónir krónur í 2018 í mun til 12 milliónir í 2014. 
 
Hesin vøksturin hevur ein meirinntøku við sær í Norðoyggjum á 8 milliónir krónur frá 2014 til 2018. 
 
Bólkur 4T – Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu (Talva 7) Trolbátarnir í bólki 4T hava økt avreiðingarvirðið frá 2014 til 2018 við 53 milliónum krónum, sum er omanfyri eina tvífalding.

Í Norðoyggjum er sami vøksturin í tíðarskeiðinum 18 milliónir krónur, ið er meir enn ein trífalding í mun til 2014.  
 
Hesin stóri vøksturin millum trolbátar merkir eina meirinntøku til Norðoyggjar uppá 18 milliónir krónur. 
 
Samanumtøka Samlað fyri hesar bólkarnar er vøksturin í fiskivinnuni í Norðoyggjum 244 milliónir krónur frá 2014 til 2018 eftir, at veiðigjøld eru trekt frá.  
 
Vøksturin í avreiðingarvirðinum fyri allar bólkar tilsamans er 27%, meðan vøksturin í Norðoyggjum liggur omanfyri á 41%. 

Fyri at samanbera omanfyri nevndu skipabólkar í mun til gomlu lóggávuna sæst í talvu 10, at í tíðarskeiðinum frá 2011 til 2014 var samlaða avreiðingarvirðið 2,4 milliardir.  Hetta talið er í tíðarskeiðinum 2015-2018 vaksið til 3,1 milliard, svarandi til ein vøkstur á 30%. 
 

Til spurning nr. 3. 
Sum nevnt omanfyri og víst í talvunum sæst, at tað er innan flakatrolarar, at virksemið í Norðoyggjum gongur aftur. Ein trolari er seldur av landinum, og kvoturnar í Barentshavinum eru minkaðar seinastu árini. 
 
Hendan afturgongdin er 7% í mun til 2014.  
 
Innan nóta- og ídnaðarskip er framgongdin 52% sama tíðarskeið.  
 
Bólkur 2 vísir eina framgongd í Norðoyggjum uppá 5%, meðan línuskipini í bólki 3 vaksa 114% frá 2014 til 2018.  
 
Í bólki 4 er stórur vøkstur innan allar bátar í Norðoyggjum. Útróðrarbátarnir í bólki 4A hava ein vøkstur uppá 89%, størru línubátarnir í bólki 4B økjast við 60%, meðan trolbátarnir í bólki 4T hava ein vøkstur í Norðoyggjum á 202% í 2018 í mun til 2014. 
 
Samanumtikið kann sigast, at tað er einki, ið bendir á, at nýggja lóggávan førir til vantandi vinning. Bólkarnir nevndir omanfyri hava stóran vøkstur í Norðoyggjum, eisini um ein sammetir við restina av landinum, meðan tað er ein minking innan flakatrolarar. 
 
Taka vit hesar bólkar undir einum, so vísir tað seg, at avreiðingarvirðið er vaksið 329 milliónir krónur frá 2014-2018, og tilfeingisgjøldini eru vaksin 85 milliónir sama tíðarskeið, so samlaða framgongdin í Norðoyggjum er 244 milliónir krónur.  
 

Til spurning nr. 4. 
Hyggja vit eftir virðinum á tilfeinginum innan omanfyri nevndu bólkar seinnu árini við atliti at, hvat er útlutað til Norðoyggjar, sæst í talvu 8, at í 2014 vóru 34% av útlutaða tilfeinginum latin Norðoyggjum. Hetta svaraði til 805 milliónir krónur. Til samanberingar er í 2018 útlutað tilfeingi við virði á 1,1 milliard til Norðoyggjar, sum er ein øking til 38% av samlaða tilfeinginum. 
 
Í 2014 var eingin uppboðssøla, og tá var avreiðingarvirðið í Norðoyggjum 805 milliónir krónur. Samanbera vit 2018 við uppboðssølu, so var avreiðingarvirðið 1,1 milliard krónur, og rindaðu feløg í Norðoyggjum 132 milliónir krónur í tilfeingisgjøldum, so fyri at samanbera við 2014, so var avreiðingarvirðið, eftir at tilfeingisgjald er trekt frá, 1 milliard krónur í 2018.

 

Til spurning nr. 5.
Útlitini hjá reiðaríum eru tengd at atgongdini til tilfeingið, virðisøking og søluprísin á heimsmarknaðinum. Afturat hesum kemur kostnaðurin at fáa tilfeingið til høldar.

Út frá hesum er einki, ið bendir á, at Norðoyggjar í so máta eru verri fyri enn onnur øki í landinum.  
 
Hetta sæst aftur, at Norðoyggjar bæði innan nóta- og ídnaðarskip og innan trolarar og línuskip hava munandi hægri vøkstur í avreiðingarvirði enn miðal.  
 
Enn verður lutfalsliga stórur partur av tilfeinginum útlutaður til verandi vinnufeløg, har fleiri eru í Norðoyggjum. 
 
Í Norðoyggjum hava vinnulívsfólk í meira enn eina øld skapt stór virði, brotið burturúr nýggjum og ment nýggjar marknaðir, og eg eri sannførdur um, at møguleikarnir og útlitini í øllum landinum og Norðoyggjum eru bjørt fyri at menna enn størri virði úr okkara tilfeingi frameftir. 
 
Høgni Hoydal landsstýrismaður
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…