Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd frá dysti í fjør á sama leikvølli. | Mynd: Norðlýsið

Dystarveðrið í Vilnius

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro, Barcelona  |  11.07.2019 - 11:50 Tíðindi Veðrið

Veðurlagið í teimum baltisku londunum (Estland, Letland og Litava) líkist als ikki veðurlagnum í Føroyum. Sumrini eru vanliga munandi heitari, og - ikki minni - so er veðrið meira støðugt. Sama mynstur sæst við vetrarveðrinum har eystri í mun til tað í Føroyum. Vetrarnir í m.a. Litava eru munandi kaldari og støðigari enn hjá okkum.

Seinastu vikuna hevur eitt lágtrýst drigið eitt sindur kalda luft norðanífrá ímóti Litava. Veðrið hevur tí verið eitt sindur óstøðugt í nakrar dagar. Hitin í m.a. Vilnius hevur ligið nøkur stig lægri.

Kalda luftin norðaneftir ornar yvir lendinum í m.a. Litava, og so fer hon uppeftir, skýggj síggjast í erva, og tað kann regna. Í Vilnius hevur veðrið verið soleiðis í nakrar dagar. 

Men nú er kalda luftrákið við steðga, skýggini eru farin at fækkast, og tað er yvirhøvur turt.

So veðrið í kvøld, tá ið Riteriai og KÍ fara at spæla á LFF-leikvøllinum í Vilnius, verður soleiðis, at tað verður eitt fleyr av útnyrðingi, 2 til 3 m/s. Tað verður skýggjað, og hitin fer at liggja um 18 stig.

So er bert eftir at ynskja ein góðan dyst - og koyr á KÍ.

Lýsing
Seinastu tíðindini
B36 vann stórt á KÍ á Djúpumýru í kvøld
Felags barna- og familjuguds­tænasta í Ma…
AVLÝST: Torradagar á Norðoya Fornminnasa…
Morguntúr leygarmorgun 21.feb. 
Talv á Kafé Fríðu í kvøld
Varpa ljós á bústaðarmarknaðin
Ræðandi nógv plastrusk í nærumhvørinum
Bert 2 av 7 nevndarlimum fyri hægri pens…
Veðrið um vikuskiftið
P-dagur í dag
Stórur dagur á TSK
Høvuðs­útbúgvingarstørv krevja uppnormeri…
Heimurin á einum vegamóti
Ein væleydnað fyrsta ferðavinnu­ráð­stevna
KÍ og B36 spæla venjingardyst í kvøld
Jakobina á Summar Festivalin
Torraskáin fríggja­dagin
Nýggjur leiðari hjá Føroya Banka í Klaks…
Talvlands­kappingin løgd út á blik
Vælkomin Yui Shibuya
Lýsing