Lýsing
Lýsing
Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini og Torkil Mørkøre, leiðari í Svimjihøllini | Mynd: klaksvik.fo

Svimjihøllin klár til summarið

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  09.07.2019 - 11:24 Mentan Tíðindaskriv

Í Svimjihøllini í Klaksvík verður støðugt arbeitt við at veita eina so góða og trygga tænastu sum gjørligt. Átøk á hesi leiðini eru nú komin á mál, nú nýggj armbond og lásaskipan verða tikin í nýtslu, samstundis sum nýggj tilboð verða ment.

Seinastu tíðina hevur arbeitt verið við lásaskipanini í svimjihøllini, so atgongd til bæði svimjihøll og vælveruøki kunnu gerast við sama lyklaarmbandi. Henda skipanin er nú komin upp á pláss.

Fyrimunurin við nýggju skipanin er, at tað nú altíð er skrásett, hvussu nógv fólk eru inni í høllini.

- Hetta er ein loysn vit væntandi vera sera glað fyri. Fyri at skipanin skal virka til fulnar er avgerandi, at øll vitjandi nýta armbondini og portrið inn til økið, sigur Torkil Mørkøre, leiðari í svimjihøllini, sum saman við ráðgevum hevur staðið fyri at seta skipanina í verk.

 

Klippikortið liggur í svimjihøllini

Klippikortini, sum fólk hava í dag, verða so hvørt tey ganga út, skift út við ein vanga inni í skipanini hjá svimjihøllini, har hvør brúkari verður skrásettur. Hetta skal bara gerast fyrstu ferð. Neyðugt verður sostatt ikki at minnast til klippikortið.

- Vit stremba eftir, at ein vitjan í svimjihøllini skal verða so ómakaleys sum til ber, og vit vóna at brúkararnir taka væl ímóti hesum, sigur Torkil Mørkøre.

 

Vælverudepilin bjóðar eitt nýtt tilboð til kvinnur

Síðan vælverudepilin lat upp í desember í fjør, hevur undirtøkan verið sera góð. Sum nakað nýtt verður nú farið undir eina royndarskipan, har skipað verður fyri vælverukvøldum fyri kvinnur.

Signhild V. Johannensen, forkvinna í Mentanarnevndini sigur, at tað hevur stóran týdning, at tilboðini í býnum støðugt mennast, og vónandi kann hetta nýggja tilboðið vera við til at fáa enn fleiri brúkarar til vælverudepilin.

Vælverukvøld fyri kvinnur er mikukvøld frá kl. 18.00 til 20.30.

 

Svimjihøllin í summarfrítíðini

Frá 5. juli til 14. august hevur Svimjihøllin opið allan dagin. Sostatt er Svimjihøllin til reiðar at taka ímóti vitjandi úr øllum landinum, nú summarið er komið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…