Lýsing
Stjórin í Eysturoyartunnlinum og landsstýrismaðurin í samferðslumálum hava saman við P/F Vágatunnlinum og P/F Norðoyatunnlinum stovna nýtt partafelag, sum skal krevja inn tunnilsgjøld og bjóða seg fram á almenna og privata marknaðinum

Landsstýrismaðurin við óavmarkaðu heimildunum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  09.07.2019 - 23:42 Tíðindi

Tá tey trý almennu tunnilsfeløgini vóru sett á stovn var tað eftir drúgva fólkaræðisliga tilgongd. Trý ymisk løgting hava samtykt lógirnar sum heimilaðu landstýrismonnunum eftirfylgjandi at stovna almennu partafeløgini. Men nú hava tey trý feløgini einsamøll stovnsett eitt vinnurekandi partafelag, sum samansmeltar virksemi í undirsjóvarfeløgunum. Og sambært Skráseting Føroya hevur nýggja almenna partafelagið samstundis heimild til at fara undir annað virksemið.

Alt er gjørt við góðkenning og undir leiðslu av landsstýrismanninum, Heðin Mortensen. P/F Tunnil skal sambært Skráseting Føroya í fyrstu siftu samskipað innkrevingina fyri øll almennu partafeløgini.

Men landsstýrið hevur eisini aðrar ætlanir við felagnum, tí sambært skrásetingini er endamálið hjá felagnum ikki einans at krevja inn bummgjald:

.... Felagið kann eisini umsita innkrevjing fyri onnur feløg og stovnar, bæði privat og almenn og annars reka annað virksemi og aðra vinnu sum hevur samband við hetta.....

Havast skal í huga at tá løgtingið stovnsetti partafeløgini, sum skuldu taka lán og byggja undirsjóvartunnlarnar samtyktu trý ymisk løgting at partafeløgini skuldu avtakast tá tunnlarnir vóru afturgoldnir.

Hetta verður als ikki nevnt í endamálsorðinini hjá nýggja felagnum, sum er stovnað uttan at spyrja løgtingið.

 

P/F Tunnil: Nevndarformaður er Teitur Samuelsen, Tórshavn, og nevndarlimir eru Dánial Tummas Thomsen, Sandavágur, og Marita Suanna Hentze, Argir. Uni Danielsen, Tórshavn, er stjóri.

 

Sí útskrift av stovnsetan av P/F Tunnil hjá Skráseting Føroya HER

Niðanfyri eru lógirnar sum Føroya Løgting hevur samtykt tá tey trý tunnilsfeløgini vóru stovnað

--------

Løgtingslóg nr. 6 frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund

8. februar 2000Nr. 6

Løgtingslóg um fast samband um Vestmannasund

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Rættur til tunnilsgerð og eftirlit

§ 1. P/F Vágatunnilin, (skr.nr. 2809/1998) fær rætt til vega,- brúgva- og tunnilsgerð millum Streymoynna og Vágarnar um Vestmannasund og ognarrætt til lidna tunnilin við tilhoyrandi brúgvum og vegi. 

Stk. 2. Landsverkfrøðingsstovnurin  skal, undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum góðkenna tunnilsverkætlanina, herundir vega,- brúgva- og tunnilsgerðina, áðrenn tunnilsarbeiðið verður sett í verk.

Stk. 3. Landsverkfrøðingsstovnurin skipar, undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum, fyri eftirliti við, at verkætlanin verður framd samsvarandi góðkendu ætlanini, smb. stk. 2. 

Stk. 4. Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, og P/F Vágatunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið, uttan viðurlag, avhendað landinum til ognar.

Játtan til verkætlanina

Peningajáttan

§ 2. Landsstýrismanninum verður heimilað at seta pening í P/F Vágatunnilin, annaðhvørt sum partapening ella sum ansvarligan lánikapital (ábyrgdarapening) soleiðis at samlaða upphæddin í mesta lagi verður kr. 160,3 mió., og kann landsstýrismaðurin ráða við grundarlagi í samlaðu heimildini frá gildiskomu lógarinnar.

Stk. 2. Játtanin verður ásett yvir eitt áramál á fíggjarlóg, tó  í minsta lagi kr. 20 mió. árliga.

Stk. 3. Felagnum er heimilað at tiltransportera játtan, sum felagið hevur fingið frá landsstýrismanninum og tilsøgn landsstýrismansins um komandi játtan, til ognar ella trygdar í sambandi við fígging felagsins av verkætlanini.

Aðrar játtanir

§ 3. Landsstýrismanninum er heimilað at avhenda, uttan viðurlag, til felagið tað anleggsarbeiðið, sum higartil er framt av Landsverkfrøðinginum í sambandi við upprunaligu verkætlanina um gerð av føstum sambandi um Vestmannasund, herundir allar forkanningar og keypt tilfar, sum nýtiligt er. Slík avhending hevur ikki skattligar avleiðingar við sær fyri felagið.

Krøv til felagið

§ 4. Endamál felagsins skal vera at gera tunnil millum Streymoynna og Vágarnar, og hartil hoyrandi veg og brúgv, hava rakstur av tunnlinum um hendur umframt aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemi.

Stk. 2. Partabrøv felagsins eru ogn landsins. Tað er ikki loyvt:

1)   at avhenda partabrøv,

2)   øðrum enn landinum við nýtekning av partapeningi at tekna partapening í felagnum,

3)   felagnum at luttaka í fusión, klovningi ella aðrari yvirtøku av virki, sum hevur við sær, at onnur enn landið gerast eigarar av partabrøvum í felagnum.

Nýtslugjøld

§ 5. Tunnilseigaranum er heimilað at áseta og krevja inn nýtslugjøld frá teimum, ið nýta vega-, brúgva- og tunnilsanleggið.

Stk. 2. Vegir, brúgvar og tunnil verða ikki partur av landsvegnum eftir løgtingslóg nr. 51 frá 25. juli 1972 um landsvegir við seinni broytingum.

Stk. 3. Tó hevur landsstýrismaðurin tær heimildir, ið ásettar eru í  §§ 6 og 7 í nevndu løgtingslóg, tá tað ræður um vegir, brúgvar og tunnil.

Ognartøka

§ 6. Landsstýrismanninum er heimilað, móti fullum endurgjaldi at ognartaka neyðugt lendi ella tilfar til vega-, brúgva- og tunnilsgerð til tess at útvega fast samband um Vestmannasund, fæst ikki við samráðingum semja við avvarðandi rættindahavarar um yvirtøku av lendi ella tilfari.

Stk. 2. Ognartøkan fer annars fram eftir ”Lov nr. 69 af 7. maj 1881 om forpligtelse til jords afgivelse til offentlige veje, havne og landingssteder, samt til offentlige skoler på Færøerne”.

Stk. 3. Landsstýrismanninum er heimilað at avhenda tað ognartikna til felagið fyri útveganarvirði.

Skattlig viðurskifti

§ 7. Frá og við árinum tá tunnilin verður latin upp fyri ferðslu, hevur felagið, við  grundarlagi í útveganarkostnaðinum, rætt til skattligar avskrivingar eftir reglunum um vinnuligar bygningar.

Stk. 2. Við útveganarkostnaði skilst tær samlaðu byggiútreiðslunar til vegir, brúgvar og tunnilsgerð v.m.

Eftiransing

§ 8. Felagið hevur rætt til uttan viðurlag at fáa upplýsingar frá Bileftirlitinum um skrásettar eigarar/brúkarar av akførum, til tess at eftiransa gjaldsstaðið.

Kunning

§ 9. Undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum, setir Landsverk­frøðings­stovnurin ein bólk at fylgja við arbeiðinum, meðan bygt verður. Bólkurin verður mannaður við umboðum fyri føroyskan tekniskan, tilbúgvingarligan o.l. serkunnleika, til tess at tryggja, at tann vitan, sum fæst av verkætlanini, í størst møguligan mun kemur føroyska samfelagnum til gagns.

Gildiskoma

§ 10. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 

 

Tórshavn, 8. februar 2000

 

Anfinn Kallsberg (sign.)

løgmaður

---------------

 

Løgtingslóg nr. 168 frá 21. desember 2001 um stovnan av partafelagi at gera fast samband um Leirvíksfjørð

21. desember 2001Nr. 168

Løgtingslóg um stovnan av partafelagi at gera fast samband um Leirvíksfjørð

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at stovna partafelag, hvørs endamál skal vera at gera tunnil millum Eysturoy og Borðoy og hartil hoyrandi vegagerð, hava rakstur av tunlinum um hendur umframt aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemi.

Stk. 2. Partabrøv felagsins eru ogn landsins. Tað er ikki loyvt:

1)   At avhenda partabrøv. 

2)   Øðrum enn landinum við nýtekning av partapeningi at tekna partapening í felagnum. 

3)   Felagnum at luttaka í fusión, klovningi ella aðrari yvirtøku av virki, sum hevur við sær, at onnur enn landið gerast eigarar av partabrøvum í felagnum. 

§ 2. Landsstýrismanninum er heimilað uttan viðurlag at avhenda til felagið allar forkanningar og annað tilfar, ið Landsverkfrøðingsstovnurin hevur framleitt í sambandi við verkætlanina um fast samband um Leirvíksfjørð. Slík avhending hevur ikki skattligar avleiðingar við sær fyri felagið.

§ 3. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Tórshavn, 21. desember 2001

Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður

-------

 
Løgtingslóg nr. 30 frá 14. apríl 2014 um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 6. mai 2016

14. apríl 2014Nr. 30

Løgtingslóg um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 6. mai 2016

Stovnan av partafelagi

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at stovna partafelag, hvørs endamál skal vera at gera undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy og hartil hoyrandi vegagerð, hava rakstur av tunlunum um hendur umframt aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemi.

Stk. 2. Tunnilin millum Streymoy og Eysturoy verður í hesi lóg nevndur Eysturoyartunnilin. Tunnilin millum Streymoy og Sandoy verður í hesi lóg nevndur Sandoyartunnilin.

Stk. 3. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta navn felagsins, í hesi lóg nevnt: felagið.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin tekur avgerð um øll viðurskifti, sum eru løgd til partaeigara felagsins at avgera á aðalfundi felagsins.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin skal góðkenna starvsskipan fyri nevnd og stjórn felagsins, eins og landsstýrismaðurin skal góðkenna samsýningina til nevnd og stjórn felagsins.

Ognarviðurskifti

§ 2. Partabrøv felagsins eru ogn landsins.

Stk. 2. Tað er ikki loyvt felagnum at luttaka í fusión, klovningi ella aðrari yvirtøku av virki, sum hevur við sær, at onnur enn landið gerast eigarar av partabrøvum í felagnum.

Stk. 3. Felagið kann taka lán og ábyrgdarlán við at útskriva lánsbrøv til verkætlanina. Landsstýrismaðurin skal í síni heild góðkenna lánstreytirnar. 

Stk. 4. Tá samlaða skuldin hjá felagnum er fult afturgoldin, íroknað ábyrgdarlán, verða allar ognir felagsins uttan viðurlag avhendaðar landinum til ognar.

§ 3. Felagið fær rætt til vegagerð og tunnilsgerð og ognarrætt til lidnu tunlarnar við tilhoyrandi vegi.

Stk. 2. Landsverk skal undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum góðkenna tunnilsverkætlanirnar, herundir vegagerð og tunnilsgerð, áðrenn tunnilsarbeiðini verða sett í verk, og skipar í hesum sambandi fyri eftirliti við, at verkætlanirnar verða framdar samsvarandi góðkendu ætlanunum.

§ 4. Landsstýrismanninum er heimilað uttan viðurlag at avhenda til felagið tað verklagsarbeiði, allar forkanningar og annað tilfar, ið Landsverk hevur framleitt í sambandi við hesar verkætlanirnar og aðrar. Slík avhending hevur ikki skattligar avleiðingar við sær fyri felagið.

Játtan og veðhald

§ 5. Játtanin til verkætlanina, stór kr. 400 mió., verður ásett á fíggjarlógini soleiðis:

1)   kr. 15 mió. í 2014

2)   kr.   5 mió. í 2015

3)   kr. 25 mió. í 2016

4)   kr. 35 mió. í 2017

5)   kr. 35 mió. í 2018

6)   kr. 35 mió. í 2019

7)   kr. 50 mió. í 2020

8)   kr. 50 mió. í 2021

9)   kr. 50 mió. í 2022

10) kr. 50 mió. í 2023

11) kr. 50 mió. í 2024

Stk. 2. Landsstýrismanninum verður heimilað at veita felagnum rakstrarstuðul eftir umsókn frá felagnum. Rakstrarstuðulin kann í mesta lagi vera kr. 10 mió. árliga frá tí árinum, Sandoyartunnilin verður tikin alment í nýtslu. 

Stk. 3. 1) Felagnum er heimilað at tiltransportera játtan og trygd fyri minstu ferðslu sbrt. stk. 4, sum felagið hevur fingið frá landsstýrismanninum, og tilsøgn landsstýrismansins um komandi játtan til ognar og trygdar í sambandi við fígging felagsins av verkætlanunum.

Stk. 4. 1) Heimilað verður landsstýrismanninum at hækka partapeningin í felagnum ella at veita felagnum trygd fyri minstu ferðslu í Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum til fígging av báðum nevndu tunlum.

Stk. 5. Hevur felagið ikki javnvág í sínum rakstri, skal landsstýrismaðurin góðkenna støddina á nýtslugjøldunum, sum felagið sambært § 7 hevur heimild at áseta.

Raðfylgja

§ 6. Felagið fer fyrst undir Eysturoyartunnilin.

Stk. 2. Fyrireikingarnar í sambandi við Sandoyartunnilin halda fram, og tá ið borað er ígjøgnum í Eysturoyartunlinum, verður farið undir at bora Sandoyartunnilin. Farið verður tó í seinasta lagi undir at bora Sandoyartunnilin í 2018.

Nýtslugjøld

§ 7. Tunnilseigaranum er heimilað at áseta og krevja inn nýtslugjøld frá teimum, ið nýta vegirnar og tunlarnar.

Ognartøka

§ 8. Landsstýrismaðurin kann ognartaka neyðugt lendi ella tilfar fyri at fremja verkætlanina, um so er, at semja ikki verður fingin við tey, sum hava rættindir yvir lendinum ella tilfarinum. 

Stk. 2. Ognartøka verður gjørd móti fullum endurgjaldi. 

Stk. 3. Ognartøka verður framd sambært Lov om forpligtigelse til jords afgivelse til offentlige veje, havne og landingssteder samt til offentlige skoler på Færøerne. 

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann avhenda tað ognartikna til felagið fyri útveganarkostnað. 

Skattlig viðurskifti

§ 9. Frá og við árinum, tá tunlarnir verða latnir upp fyri ferðslu, hevur felagið við grundarlagi í útveganarkostnaðinum rætt til skattligar avskrivingar samsvarandi reglunum um vinnuligar bygningar.

Stk. 2. Við útveganarkostnaðin skilst tær samlaðu byggiútreiðslurnar til vegir og tunnilsgerð o.a.

Vegstøða og linjuføring

§ 10. Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin eru ikki partar av landsveganetinum sambært løgtingslóg um landsvegir við seinni broytingum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin hevur tó tær heimildir, sum eru ásettar í løgtingslóg um landsvegir viðvíkjandi ferðslu, vegum og tunlum.

Stk. 3. Skelting og avmerking skal gerast samsvarandi galdandi kunngerð og ferðsluavmerkingum. Øll skelting og vegavmerking skal góðkennast av ferðslumyndugleikanum og landsvegamyndugleikanum.

Stk. 4. Felagið hevur rætt til uttan viðurlag at hava tunlarnar íbundnar í almenna veganetið.

Stk. 5. Við íbinding í landsvegin skal felagið gera og rinda útreiðslurnar fyri møguliga umlegging av landsveganetinum. Felagið skal rinda fyri íbindingar uttan mun til, um tað er rundkoyring ella onnur íbinding. Um so er, at íbindingin kemur inn í landsveg, verður íbindingin partur av landsvegnum, og ognarrætturin fellur til landsstýrið.

§ 11. Eysturoyartunnilin verður lagdur sambært linjuføring norðan fyri Tórshavn við rundkoyring, har annar armurin kemur upp í Runavík og hin á Strondum.

Stk. 2. Sandoyartunnilin verður lagdur sambært linjuføring millum Gomlurætt og Traðadal.

Eftiransing

§ 12. Felagið hevur rætt til uttan viðurlag at fáa upplýsingar frá Akstovuni um skrásettar eigarar og brúkarar av akførum til tess at ansa eftir gjaldstaðnum.

Gildiskoma

§ 13. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

 

 

Tórshavn, 14. apríl 2014

 

Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 77/2013

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Talvan gongur fyri Sjómansmissiónina
Sjálvandi skal sjómanna­frádráttu­rin hald…
Tann ið kastar fyrsta steinin
KÍ vann stórsigur móti B36
Høvi at stuðla Føroysku Sjómansmissiónin…
Árliga Fossánesrenningin verður í morgin
Kommunala Eftirlitið góðkent Spania­stovu…
73 ára gamal yvirlækni uttan "hæddarskræ…
Næstbesta liðið hjá KÍ byrjar aftur í da…
Vit mugu virðismeta og raðfesta Strandfe…
Endur­nýtsla ella skilaleyst oyðsl?
Nú eru greitt nær KÍ spældir útsettu lan…
Húsarhalds­skúli Føroya fingið tilsøgn
Laksatorgið fer av bakkastokki í morgin
Føroyagrunnu­rin lýsir eftir umsóknum
Lægri lønarskatt og kappingarføra skatta…
Prince verður avloysara­skip fyri Smyril
Lova 33 hitastig í Luzern hósdagin
Útiguds­tænasta norðuri á Skarði
Smærri flogvøllir