Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggjur leiðari settur í Føroyahúsinum í Keypmannahavn

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  10.07.2019 - 15:49 Mentan Tíðindaskriv

Ein samd starvsnevnd hevur avgjørt at seta Sissal Kampmann sum nýggjan leiðara í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

22 umsóknir vóru til starvið um at gerast leiðari í Føroyahúsinum. Umsóknirnar vóru bæði frá føroyingum og dønum. Føroyahúsið vil hervið boðað frá, at Sissal Kampmann er sett sum nýggjur leiðari í húsinum. Hon tekur við starvinum 1. august 2019. Fyrstu tveir mánaðarnar av starvstíðini fer hon at arbeiða saman við fráfarandi leiðara, Hans Petur í Brekkunum, sum hevur røkt starvið í 12 ár.

Sissal Kampmann er útbúgvin cand.mag. í Norðurlendskum Bókmentum og Máli av lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hon hevur verið virkin á føroyska mentanarpallinum í mong ár. Vit kenna Sissal Kampmann frá m.a. mentanarsendingum í Kringvarp Føroya, eisini hevur hon rikið eina mentanar- og tónleikacafé í Vestmanna, og júst hetta vikuskiftið fyriskipar hon skránna í fjósinum á G! Festivalinum. 

- Vit eru sera fegin um at hava sett Sissal Kampmann í starv sum leiðari í Føroyahúsinum. Hon hevur neyðugu førleikarnar, sum Føroyahúsið hevur brúk fyri, sigur Martin Karbech Mouritsen, formaður í starvsnevndini fyri Føroyahúsið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør