Lýsing
Lýsing
Lýsing

Serstøk konsert opnar sandin

SKRIVAÐ: Tróndur Ellingsgaard  |  10.07.2019 - 16:47 Mentan Tíðindi

Tað er í morgin, at 18. G! Festivalurin veruliga verður skotin í gongd. Í dag letur tjaldingarplássið upp, og eru tað tískil mong sum longu í dag hava leita sær til Gøtu, at halda eitt langt vikuskifti.

Dagurin í morgin verður fyrsti dagurin ið bjóðar tónleikaligar upplivingar. Sandurin opnar kl. 21.10 við serstakari konsert. Her fara nøkur av størru føroysku tónleikanøvnunum at trína á pall til eina "all star" konsert. Tónleikarnir ið luttaka eru Eivør, Greta Svabo Bech, Marius Ziska, Guðrið Hansdottir og Høgni. Tey fara við bólki at framføra kend løg hjá hvørjum øðrum, soleiðis sum tú helst ongantíð hevur hoyrt tey fyrr.

Kl. 23.50 spælir danski bólkurin Phlake á sandinum. Bólkurin er sera væl úmtóktur í Danmark við løgum sum "Angel Zoo", "Pregnant", "The Rascal" og mongum øðrum. Phlake spældi eisini á G! 2016 - hetta beint eftir at hava útgivið sína fyrstu fløgu, sum vann fimm Danish Music Awards árið eftir. Phlake var mest spældi tónleikabólkurin á Danmark Radio í 2018. 

Á spæliplássinum vera fleiri konsertir gjøgnum kvøldið. BEINIR spælir fyrstu konsertina á festivalinum kl. 17.40. Harumframt spæla Body Paint, Jasmin, Noah Carter og SHHT eisini á sandinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…