Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit mugu ikki gloyma línumenninar á størru skipunum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.07.2019 - 08:23 Politikkur Tíðindi Vinna

Ongin politikkari, stóð upp fyri tey, sum veruliga liva av tí, sum sjógvurin gevur. Løgið, sum tað kemur inflatión í eina støðu, tá ið valár er, sigur Kristian Martin Petersen reiðari á Sandshavinum á sínum facebook-vanga.

Kjakið um útróðrarbátarnar, ið ikki sleppa at loysa, tí at ov fáir dagar eru í skipanini, fer neyvan bert at snúgva seg um bólk 5A og 5B. Í bólki 3 har tey stóru línuskipini eru, eru líknandi avbjóðingar. Kristian Martin Petersen, sum er reiðari á Sandshavinum sigur á sínum facebook-vanga at línuskipini í bólki 3 fara at fáa júst somu trupulleikar í ár. 

Kristan Martin Petersen skrivar soleiðis:

 

Vónandi finna vit eina loysn, so smáu útróðrarbátarnir sleppa at halda fram, nú fiskiskapurin er góður.

Havi tó hug at luta eina lítla eygleiðing fyri skipini í bólki 3, sum eru línuskip yvir 110 tons. Úr rúgvuni kann eg nevna eitt skip, sum í 2011 hevði 140 fiskidagar, nú hevur tað 97 fiskidagar, tí dagarnir eru skornir ár um ár tey flestu av undanfarnu árunum. 97 fiskidagar skulu strekkjast yvir 365 dagar. Hesi árini, meðan dagarnir eru fækkaðir, var ONGIN politikkari, sum stóð upp fyri tey, sum veruliga liva av tí, sum sjógvurin gevur. Løgið, sum tað kemur inflatión í eina støðu, tá ið valár er. Tað er gott, at onkur talar søk útróðrarmanna, men vit mugu ikki gloyma línumenninar á størru skipunum.

Hetta var innleidningurin. Tey, sum vilja skilja støðuna til fulnar kunnu lesa víðari:

Ein dagur á innaru leið (har tað er grynnri og vanligt er at fiska tosk og hýsu) telur sum EIN fiskidagur. Ein dagur á ytri leið (har tað er djúpri og vanligt er at fiska longu, brosmu o.a., men minni av toski og hýsu) telur sum 1/3 fiskidagur. Tvs., at eitt skip kann vera í fleiri dagar á havinum, enn fiskiloyvið sigur. Hetta er gjørt, so veiðutrýstið á tosk og hýsu verður hildið niðri, og veiðutrýstið á djúpum vatni verður samsvaradni hægri.

Nú skulu vit eisini hava í huga, at økið á djúpum vatni er nógv størri í km² enn tað er á grunnum vatni. Soleiðis stýra fiskidagarnir, hvar tey stóru skipini fiska, og av tí sama fara tey stóru línuskipini at brúka sínar fáu, tøku dagar á djúpum vatni í heyst, hóast tað ivaleyst loysir seg betri at vera á innaru leið, har skipini eisini hava verið fyri tað mesta í vár og summar.

Ein sannroynd er, at nógv línuskip koma at mangla dagar í heyst, men higartil hevur tað ikki funnið vegin til yvirskriftirnar. Eg loyvi mær at minna á, at har eru atkvøður at vinna hjá tí, sum tímir at ómaka sær at tala søk línuskipanna, tí umborð á hvørjum línuskipi eru í miðal 16-18 ársverk og kanska atkvøðurnar hjá manning og teirra kæru eru tví- ella trýfaldar av hesum ella so.

Tann, sum veruliga ynskja at skilja viðurskiftini í bólki 3 kann lesa hetta afturat: Tey skipini, sum brúka allar sínar fiskidagar í ár fara at fáa nakrar dagar afturat úr tí sokallaða buffaranum, men tað verur ikki nóg mikið at reka skipini til ársenda kortini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað