Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðingar stórtrívast á oyggjaleikum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.07.2019 - 09:51 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað kann ikki sigast annað enn, at umboðini úr norðurøkinum hava víst seg frá sínum góðu síðum á Gibraltar, nú vit eru komin gott og væl hálvan veg við leikunum.

Signhild Joensen hevur higartil fingið tvær gull við sær upp úr hylinum í ávíkavist 100 og 200 metrar ryggsvimjing, meðan Alvi Hjelm hevur vunnið eina gull í 400 metrum blandað. Hartil hevur Alvi eisini vunnið eina silvur og eina bronsu. Systkini Rebekka Trygvadóttir og Rókur Trygvason eru úr Leirvík, men hava ótalligar tímar í svimjihøllini í Klaksvík, tí tey eru partur av Ægir. Rebekka hevur vunnið eina bronsu í einstaklingakapping, meðan Rókur var serstakliga tætt við bronsuplássið í 100 metra frísvimjing.

- Tað er frálíkt at síggja, at nógvu tímarnir hjá hesum ungu fólkunum í svimjihøllini í Klaksvík geva úrslit, sigur Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri og forkvinna í mentanarnevndini, sum umboðar Klaksvíkar kommunu á Gibraltar.

Rebekka Fuglø úr Treysti hevur higartil luttikið í 1500 og 5000 metra renning, og fríggjadagin verður yndisgreinin hjá henni, sum er 800 metrar. Rebekka vann silvur á 1500 metrum og í kvøld eitt óvæntað bronsumerki á 5000.

Í gjár varð vitjað í høllini, har tey spæla kurvabólt, og hóast teir møttu sera sterkari mótstøðu av Saarema, so greiddu fólkini í høllini frá stóru menningini, sum sæst frá leikunum seinast. Petur Ovi Mørkøre úr Klaksvík er ein av ungu monnunum á føroyska liðnum, og eftir ætlan skuldi Rainer Latupeirissa, sum er ein av eldsálunum handan kurvabóltin í Klaksvík, verið við eisini, men tað vístu seg at vera avbjóðingar við loyvum hjá føroysku kurvabóltsleikarunum, sum ikki eru føddir í Føroyum. Kurvabóltur í Klaksvík og í Føroyum sum heild hevur í løtuni eina sera góða tilgongd av ungum leikarum, har feløg stinga seg upp í øllum landinum.

Lena Maria Joensen úr Klaksvíkar Badmintonfelag spældi í dag einstaklingakapping í badminton. Hóast hon ikki er av royndastu leikarunum á føroyska liðnum, megnaði hon í tveimum umførum at koppa sterkari mótstøðu, men mátti lúta í kvartfinaluni ímóti høgt styrkismettu Jessicu Li av Man.

Í morgun varð eisini vitjað á skjótibreytini, sum uttan iva eru bestu umstøðurnar, ið eru til nakra ítróttargrein á Gibraltar. Talan er um heilt nýggja breyt, sum er bygd inn í eina fjallasíðu. Á takinum er sjálv breytin, har møguleiki er til fleiri greinar av byrsuskjóting, meðan felagshøli og líknandi eru í niðaru hæddini.

- Vónandi fer at bera til at koma longri við ætlanunum í skjótibreyt í Klaksvík, so at møguleiki verður at hava íðkarar í hesari grein úr Klaksvíkar kommunu til einar komandi oyggjaleikir, sigur Signhild V. Johannesen.

Tveir dagar eru eftir av oyggjaleikum, og helst er seinasta heiðursmerkið til okkara øki ikki komið enn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…