Lýsing
Lýsing

Iransk herskip royndu í nátt at taka brekst tangaskip

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  11.07.2019 - 07:12 Politikkur Tíðindi

Bretska Fregattin HMS Montrose, kom tangaskipinum til hjálpar og noyddi iransku skjótt gangandi krígsskipini at taka seg aftur.

Amerikanski flotin, sum sendi flogfør til neyðstadda oljutangaskipið og bretski miðarahavsflotin váttað at hendingin fór fram í altjóða sjógvi í Hermund sundinum.

Sambært amerikanskum og bretskum hernaðarkeldum bleiv tangaskipið kringsett av fimm skjóttgangandi og vápnaðum bátum, sum hoyra til serligu republikansku herdeildina, sum er beinleiðis undir ovasta leiðaranum í Iran.

Veruliga valdi í Iran liggur hjá prestastýrinum hvørs formaður, Ali Khamenei, hevur evsta val í landinum. Hann er statsleiðari og er ovasti myndugleiki í bæði politiskum og religiøsum málum. Hervaldi, dómsvaldi og almenna kringvarpið er beinleiðis undir ovasta leiðaranum. Iran hevur bara havt tveir ovasta leiðarar síðan kollveltingina í 1979 og núverandi leiðarin hevur átikið sær stórt vald og er kendur fyri at blanda seg í øll viðurskifti í landinum.

Bretska fregattin HMS Montrose sum fylgdi tangaskipinum hevði iransku bátarnar í siktinum, tá Iransku herskipini aktaðu boðunum frá bretska hervaldinum um at taka seg aftur.

Í seinastu viku hjálpti bretski flotin myndugleikunum í Gibraltar at leggja hald á eitt iranskt tangaskip í Gibraltar, tí myndugleikarnir høvdu prógv um at tangaskipið vara veg til Sýria við olju hóast ST hevur sett forboð fyri at selja olju til krígsherjaða landið. Iranskir myndugleikar hava hótt við at taka bretsk oljutangaskip sum hevnd fyri hetta.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Requiem skírisdag í Varpinum
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald