Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú má samgongan vakna - hvussu nógv skal skerjast í fiskidøgum?

SKRIVAÐ: Edva Jacobsen, valevni til løgtingið hjá Sambandsflokkinum  |  12.07.2019 - 08:47 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Skulu skip og bátar ikki fiska, nú fiskur er at fáa? Latið sunna fornuft ráða.

Botnfiskaflotin, íroknað útróðrarflotin, er spakuliga niðurpíndur við skerdum fiskidøgum - at enda fer hesin flotin at liggja við bryggju uttan tilverugrundarlag.

Dagatalið støðugt minkað frá 1996 til 2017

Fiskidagatalið er farið frá 49.036 døgum í 1996/1997 til 20.259 í fiskiárinum 2016/2017.  Ein minking á góð 58% (meira einn 28.000 dagar í alt), sí talvuna niðanfyri:

 

 

Sama tíðarskeið hava flokkar, serliga Tjóðveldi, barst fyri at minka dagarnar enn meira enn tølini omanfyri vísa.

Tá Tjóðveldi hevur fiskimálaráðharran síggja vit størstu ynski um niðurskurð

2 dømi eru um hettar niðanfyri:

Í 2008 vildi Tjóðveldi saman við CHE samgonguni minka dagarnir í bólki 3,4 og 5 við 50% - hetta endaði við einum niðurskurði á 10%.

Tíbetur fekst  ikki meiriluti fyri niðurskurði á 50% tá atkvøtt bleiv.

Í 2016 vildi Tjóðveldi saman við núverandi samgongu aftur hava ein stóran niðurskurð í døgum, serliga fyri bólk 3, 4 og 5. Bólkur 3 og 4  skuldu skerjast við heili 30 % og bólkur 5 við 15%. Ein roynd bleiv gjørd  ístaðin at gera eina skerjing á 5% fyri allar bólkar, men tann broytingin fall. Fyri at minka um skaðan bleiv ein niðurskurðurin ístaðin uppá 15% til bólk 3 og 4 og 10 % til bólk 5 (hettar er eftir mínari meining alt ov nógv).

Henda gongdin vísir, hvussu óvirðuligt okkara høðusvinna er viðfarin.

Hendan ógvusliga skerjing í dagatali kann ikki halda fram

Um ikki okkurt munagott verður gjørt, so steðgar allur botnfiskaflotin upp, beinleiðis ella óbeinleiðis, grundað á ov fáar dagar. Fiskibólkarnir hava  ilt við at klára eitt heilt fiskiár.

Tá Samgongan í 2012, sum eg var ein partur av, samtykti óbroytt dagatal til fiskiárið 2012/2013, eftir tilmæli frá Fiskidaganevndini, atkvøddi Tjóðveldi ímóti.

Tíbetur bleiv tað tó meiriluti fyri hesum uppskoti.

Eiga at skapa møguleikar heldur enn forðingar

Lati okkum heldur gera alt fyri at skapa botnfiskaflotanum enn betri karmar. Vit skulu vera við til at skapa møguleikar og ikki forðingar fyri  teirri vinnu, sum í øldir hevur átt lívið í føroyingum og skapt grundarlag fyri, at tað hevur verið møguligt at búleikast á hesum klettum.

Persónliga vil eg, um eg fái møguleikan aftur, arbeiða miðvíst fyri at okkara høvuðsvinna fær enn betur karmar at virka undir, til gagn fyri land og fólk.

 

Edva Jacobsen

valevni til løgtingið hjá Sambandsflokkinum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB