Lýsing
Lýsing

Hátíðarhald á flogvøllinum í dag kl. 16.45

SKRIVAÐ: Tróndur Ellingsgaard  |  12.07.2019 - 13:54 Tíðindi

Tað er nú seinnapartin kl. 16.45, at nýggja A320neo flogfarið hjá Atlantic Airways fyri fyrstuferð setir seg á flogvøllinum í Vágum.

Upprunaliga var ætlanin, at flogfarið skuldi seta seg um 15 tíðina, men ein seinking hevur við sær, at nýggja neo-flogfarið væntast í Vágum kl. 16.45.

Frá kl. 16:45 verður møguleiki hjá almenninginum at sleppa umborð at síggja flogfarið, og Atlantic Airways bjóðar ein kaffimunn og okkurt gott til børnini í Hangarinum. 

Um nýggja flogfarið, sigur tjóðarflogfelagið soleiðis:

A320 neo-flogfarið er munandi størri samanborið við A319 flogfør, og tekur tað 30 fleiri ferðafólk. Neo-flogførini eru tey mest umhvørvisvinarligu flogførini av sínum slagi; óljóðið frá flogførunum er 50% minni, og tey brúka upp til 20% minni brennievni enn núverandi flogfør.

Sostatt ber til at flúgva longri teinar við fleiri ferðandi, og letur hetta upp fyri nýggjum møguleikum hjá føroyska flogfelagnum, samstundis sum hetta gevur størri fleksibilitet. 

Næsta neo-flogfariđ kemur á vári 2020. Fyri einum mánaði síðani undirskrivaði Atlantic Airways sáttmála við Airbus um tvey nýggj neoflogfør, sum skulu latast felagnum í ávíkavist 2023 og 2024.

Nýggja flogfarið hevur fingið eyðkennisbókstavirnar OY-RCK. Flogfarið væntast í Vágum uml. kl. 15 seinnapartin í dag, fríggjadag.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyska makrelkvotan í 2020 verður 116.…
Nakrir útróðrarbátar í dag
Grøna leiðin nýtist ikki at kostað kassa…
Fer grøna orkuskiftið at kosta okkum kas…
1.deild hjá KÍ spælir sín síðsta heimady…
Bretland og ES hava gjørt avtalu um Brex…
Takk til tykkum mongu ið hava stuðlað ok…
Londonbúgvar  í øðini inn á ”verðurlags-…
Loysnin á kreppuni í Katalonia er samrøð…
Føroyar og Bretland gjørt semju um fiski…
Semja um ábøtur í handils­sáttmála­num mil…
Føroyar mugu mótmæla, stuðlið Catalanien…
Beinta spyr um asfaltsverkið á Sundi
Telja áir í Kjølinum
Vit mugu hava eina veðurlags­lóg
Húsarhaldsposar­nir í Klaksvík verða hein…
Nógv regn her norð­anfyri í dag
Norðoya­tunnilin stongdur í fleiri umføru…
Pison landar á Kósini í dag
Jákup er nú liðskipari á U21-lands­liðnum