Lýsing
Lýsing

Ein frálíkur fyrsti dagur farin aftur um bak

SKRIVAÐ: Tróndur Ellingsgaard  |  12.07.2019 - 14:44 Mentan Myndarøð Tíðindi

G! Festivalurin bleiv í gjár skotin í gongd við einum frálíkum kvøldið. Huglagið var sum altíð heilt serligt. Mongu festivalgestirnir lótust til at hugna sær óført til konsertirnar og veðrið var heilt hampuligt.

Undirritaði var staddur í Gøtu í gjárakvøldi - og uttan at vera tónleikakønur - má bara ásannast, at G! er nakað heilt serligt. Serliga huglagið ið er millum smáu húsini í Syðrugøtu er ikki nakað ið kann greiðast frá, tað má upplivast.

 

G! Festivalurin skrivar soleiðis um kvøldið í gjár:

Luktaði tú fjósið? Sveittaði tú í sauna? Hoyrdi tú Eivør spæla Guðrið, Marius spæla Gretu og hevur tú sand í skónum?

Fyrsti dagur á G! er av og hetta er ein G!-hósdagur, vit seint fara at gloyma. Sandurin varð opnaður við okkara fólkakærastu tónleikarum, sum spældu løg hjá hvørjum øðrum. Eivør, Marius, Greta Svabo Bech, Guðrið Hansdóttir og Høgni fingu fjøldina at syngja við og skjótt var, at sandurin fyltist.

Phlake kom aftur til Føroyar á vitjan meðan bæði føroyska Jasmin og danski Noah Carter fingu spæliplássið at kóka. Í Fjósinum hoyrdust ársins tyngstu málmskonsertir við Irons Lungs, Zhrine og Baest

Seinasta konsertin varð hildin á spæliplássinum við belgisku SHHT. Vit høvdu gjarna viljað sagt nøkur orð um konsertina… men orð eru fátøk.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyska makrelkvotan í 2020 verður 116.…
Nakrir útróðrarbátar í dag
Grøna leiðin nýtist ikki at kostað kassa…
Fer grøna orkuskiftið at kosta okkum kas…
1.deild hjá KÍ spælir sín síðsta heimady…
Bretland og ES hava gjørt avtalu um Brex…
Takk til tykkum mongu ið hava stuðlað ok…
Londonbúgvar  í øðini inn á ”verðurlags-…
Loysnin á kreppuni í Katalonia er samrøð…
Føroyar og Bretland gjørt semju um fiski…
Semja um ábøtur í handils­sáttmála­num mil…
Føroyar mugu mótmæla, stuðlið Catalanien…
Beinta spyr um asfaltsverkið á Sundi
Telja áir í Kjølinum
Vit mugu hava eina veðurlags­lóg
Húsarhaldsposar­nir í Klaksvík verða hein…
Nógv regn her norð­anfyri í dag
Norðoya­tunnilin stongdur í fleiri umføru…
Pison landar á Kósini í dag
Jákup er nú liðskipari á U21-lands­liðnum