Lýsing

Til lukku Føroyar

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  12.07.2019 - 19:18 Tíðindi

Oyggjaleikirnir 2019 á Gibraltar eru nú um at vera av. Seinastu føroysku luttakararnir hava verið í eldinum og úrtøkan gjørdist tilsamans 22 gull, 11 silvur og 27 bronsur, sum tilsamans gevur eitt triðja pláss aftan fyri Jersey og Man.

- Tað er hugtakandi og gevur íblástur at síggja øll hesi føroysku ítróttarfólkini fáa úrslit eftir miðvísa venjing. Tað er ymiskt, hvørjum støði tey eru á, men tað virkar sum at flestu ítróttargreinarnar hava nógv at vera errin og fegin um, sigur Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri og forkvinna í mentanarnevndini, sum hevur umboðað Klaksvíkar kommunu á oyggjaleikum.

Flestu føroysku heiðursmerkini komu í svimjing, har klaksvíkingarnir Signhild Joensen og Alvi Hjelm í fleiri umførum skaraðu framúr, men hinir svimjararnir úr Ægir, Rókur Trygvason, Rebekka Trygvadóttir og Barbara Debes fingu somuleiðis góð úrslit.

Ein ítróttargrein, har málsetningurin var eitt sindur lægri, er kurvabóltur. Føroysk ítróttarsøga varð nevniliga skrivað í gjár, tá kurvabóltslandsliðið á fyrsta sinni vann ein dyst á oyggjaleikum. Petur Ovi Mørkøre spældi ein part av søguliga dystinum, har hann vann føroyska liðnum nøkur góð stig.

Seinastu kappingarnar vóru í frælsum ítrótti, har genturnar úr Norðoyggjum runnu seg til fleiri heiðursmerki. Fyrst fekk Rebekka Fuglø silvur í 800 metra renning, so hon kom upp á tvær silvur og eina bronsu tilsamans, meðan Maria Biskopstø gjørdist nummar 5 í somu renning. Lítla løtu seinni fór Maria sum tann seinasta á føroyska liðnum um málið í fýra ferðir 400 metra stafettini, har hon, Oddvør Josephsen, Margit Fríðmundsdóttir og Alda S. Lamhauge megnaðu at vinna bronsu.

- Einar oyggjaleikir við fleiri royndum og nýggjum føroyskum ítróttarstjørnum eru farnar afturum. Vónandi kunnu komandi umstøður í Klaksvík vera við til at skapa enn fleiri, sigur Signhild V. Johannesen.

Hon leggur afturat, at tað er stuttligt at hoyra hvussu væl umboð fyri ymisku ítróttargreinarnar hava tikið ímóti fráboðanini um fleiri kappingar upp undir Norðoyastevnu næstu ferð, har fleiri hava nevnt hvussu gott tað er at geva íðkarunum fleiri kappingar at arbeiða fram ímóti, sum gerast enn størri, tá fleiri ítróttargreinar eru í senn.

Størsti parturin av føroyska ferðalagnum fer úr Gibraltar í kvøld og lendir í Vágum tíðliga í morgin. Vit takka fyri hesaferð og síggja fram til Oyggjaleikirnar á Guernsey í 2021.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Talvan gongur fyri Sjómansmissiónina
Sjálvandi skal sjómanna­frádráttu­rin hald…
Tann ið kastar fyrsta steinin
KÍ vann stórsigur móti B36
Høvi at stuðla Føroysku Sjómansmissiónin…
Árliga Fossánesrenningin verður í morgin
Kommunala Eftirlitið góðkent Spania­stovu…
73 ára gamal yvirlækni uttan "hæddarskræ…
Næstbesta liðið hjá KÍ byrjar aftur í da…
Vit mugu virðismeta og raðfesta Strandfe…
Endur­nýtsla ella skilaleyst oyðsl?
Nú eru greitt nær KÍ spældir útsettu lan…
Húsarhalds­skúli Føroya fingið tilsøgn
Laksatorgið fer av bakkastokki í morgin
Føroyagrunnu­rin lýsir eftir umsóknum
Lægri lønarskatt og kappingarføra skatta…
Prince verður avloysara­skip fyri Smyril
Lova 33 hitastig í Luzern hósdagin
Útiguds­tænasta norðuri á Skarði
Smærri flogvøllir