Lýsing
Lýsing

Føroya vakrasti kalendari enn einaferð

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  12.07.2019 - 22:30 Tíðindaskriv

Fjórða árið á rað gevur forlagið Fjallamyndir út ein kalendara við forkunnugum fjallamyndum ymsastaðni úr Føroyum. Tað er listamaðurin Finleif Mortensen, sum hevur tikið myndirnar, sum allar eru tiknar á fjallatúrum í føroysku náttúruni. Hann hevur, saman við Sjúrði Poulsen, lagt kalendaran til rættis, og Sendistovan hevur staðið fyri grafiska arbeiðinum og prenti.

Kalendarin, ið á enskum hevur heitið "A view from the top", er sera væl uppsettur við frágreiðingum til hvørja mynd á føroyskum og enskum. Eisini er við tekning á korti víst, hvussu ein skal ganga fyri at koma til staðið, sum er avmyndað.

Á baksíðuni eru nógvir hentir upplýsingar, millum annað hægstu fjøllini, størstu vøtnini og aðrir upplýsingar um landið sum heild.

Kalendarin fyri 2020 kostar 89 krónur og fæst til keyps í bókahandlum og øðrum handlum um landið, umframt frá Heimamissiónsforlagnum í Nesvík. Eins og undanfarin ár fer ágóðin av søluni til útbyggingina av Leguhúsinum í Nesvík.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…