Lýsing
Lýsing
Lýsing
KÍ liðið sum vann á Svangaskarði móti Maccabi Haifa í 1995. Standandi frá vinstru: John Wiliam Joensen, Allan Joensen, Jósvein Jacobsen, Arnold Joensen, Thom Jakobsen, Jan Andreasen, Allan Mørkøre, Harley Bertholdsen, Jóhann Lützen, Olgar Danielsen, Steinbjørn Jacobsen, Magnus Magnussen, Sverri Jacobsen Húkandi frá vinstru: Heðin á Lakjuni, Jón Harald Poulsen, Símun Waag Høgnesen, Gunnar á Steig, Jan Joensen, Sámal Eyðfinn Poulsen, John Ryan og Símun Eliasen

KÍ spælir týskvøldi á Svangaskarði

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.07.2019 - 13:00 Ítrottur Leiðarin Tíðindi

Svangaskarð verður karmur um fyrsta dystin hjá KÍ í Evropa samanhangi síðan 2007, tá KÍ tapti 2-1 móti Hammarby. Dysturin millum KÍ og FK Riteriai byrjar týskvøldi kl. 18

Seinnu árini hevur KÍ leikt sínar Evropa heimadystir í Gundadali, men nú er KÍ aftur á góða gamla Svangaskarði, har KÍ leikti sínar heimadystir í 90’unum og 00’unum. Hetta fer uttan iva at gera sítt til at fleiri fólk verða til dystin.

Arbeitt verður av øllum alvi at gera vøllin og kringumstøðurnar í Klaksvík nøktandi til Evropa dystir, og tá Bláa skýli stendur liðugt, so er komið væl á veg, at røkka tí málsetninginum.

Men týskvøldi kemur litaviska liðið FK Riteriai á vitjan at leika returdystin móti KÍ. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 1-1 við máli frá liðskiparanum Jákup B. Andreasen. Útivallarmálið er gott hjá KÍ at hava í skjáttuni, men tað verður alt avgjørt á Svangaskarði.

Dysturin byrjar kl. 18.00 og atgongumerkir kunnu keypast á www.atgongumerki.fo ella við dyrnar, um tað verða nøkur eftir.

 

Evropa dystir og úrslit hjá KÍ á Svangaskarði

  • 1992: KÍ-Skonto Riga 1-3
  • 1995: KÍ-Maccabi Haifa 3-2
  • 1997: KÍ-Ujpest 2-3
  • 1999: KÍ-Grazer AK 0-5
  • 2000: KÍ-Crvene Zvezda 0-3
  • 2002: KÍ-Ujpest 2-2
  • 2003: KÍ-Molde 0-2
  • 2007: KÍ-Hammerby 1-2
Lýsing
Seinastu tíðindini
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…