Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsstýriskvinnan undirskrivað starvsavtalu við Íverksetarahúsið

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  13.07.2019 - 14:46 Tíðindaskriv Vinna

Hanna Jensen, landsstýriskvinna, og Sigrun Jónsveinsdóttir, leiðari í Íverksetrahúsinum, hava undirskrivað nýggja samstarvsavtalu um íverksetan í fólkaskúlanum.

Nýhugsan, kreativitetur og íverksetan eru hentir førleikar hjá okkum øllum og ikki minst hjá børnunum og teimum ungu, sum skulu mynda framtíðar samfelagið. Tað er tí umráðandi at varpa ljós á íverksetan, so at næmingarnir í undirvísingini kunnu menna síni skapandi evni, royna sítt hugflog og áræði og í verki læra, hvat ið krevst fyri at menna eina vøru ella tænastu. 

Íverksetan er bæði ein arbeiðsháttur og ein vitan, har næmingarnir kunnu ogna sær førleikar og amboð til at liva og virka í einum samfelagi, sum broytist rættiliga skjótt, og til at taka við teimum avbjóðingum og møguleikum, sum eru, ella sum tú kanst virka fyri at menna og skapa. Eitt framkomið samfelag krevur nýggja vitan, øðrvísi arbeiðshættir, samstarv, eisini tvørtur um landamørk, og at vit eru til reiðar at taka við nýggjum avbjóðingum.

Samstarvsavtalan við Íverksetarahúsið skal leggja grundarlag undir og vera ein hjálp hjá skúlunum at seta íverksetan á dagskránna og menna tað arbeiði, sum frammanundan er gjørt á hesum øki. Dentur verður lagdur á, at íverksetan verður partur av undirvísingini frá 5. flokki, so at næmingarnir á ungum aldri fáa møguleika at seta orð á sínar hugsjónir og luttaka í ítøkiligum verkætlanum, har teir fáa møguleika at arbeiða við sínum hugskotum, seta orð á og leggja tey fram fyri øðrum. 

Hetta er eitt arbeiði, sum eg leggi áherðslu á, og sum eg haldi hevur stóran týdning bæði fyi tann einstaka og okkum sum samfelag, at tey ungu verða tilvitað um, at tað er umráðandi at skapa nakað sjálvi. Tað gevur áræði og orku at nýta sítt forvitni, hugflog og skaparnarevni, og at kenna, at tú gert mun, hevur ávirkan og kanst skapa nýggja vinnu, sigur Hanna Jensen, landsstýriskvinna.

Lýsing
Seinastu tíðindini
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð