Lýsing
Lýsing
Lýsing

Endaspurturin er byrjaður

SKRIVAÐ: Tróndur Ellingsgaard  |  13.07.2019 - 15:07 Mentan Tíðindi

Lagt er upp til sannan endabrest, nú triðji og síðsti dagur av ársins G! festivali er skotin í gongd.

Eftir tveir dagar við góðum veðrið og glaðum festivalgestum, verður endabresturin nú skotin í gongd. Nógv tónleikanøvn eru á skránni í kvøld, og veðrið sær út til at blíva heilt gott.

Veðurmaðurin hjá Norðlýsinum, Hanus Kjølbro, segði í gjár, at tað verður turt í alt kvøld. Vindurin kemur at liggja um 5 m/s av útsynningi.

Hans Andrias letur spæliplássið upp kl. 17:20, meðan Jógvan tekur yvir kl. 18:30.

 

Sangløtan
Fólksliga sangløtan verður á sandinum kl. 19:30. Ein breiður skari av sangarum koma at framføra, eitt nú M.C. Restorff og Danny Baldvinsson. Tey á G! heilsa og siga, at umframt teir báðar, koma nógv fleiri at spæla allar okkara yndis kærleikssangir, ballingarsangir, tjóðskaparsangir og barnasangir. 

 

Fjølbroyttur tónleikur alt kvøldið
Bretski bólkurin Ferris & Sylvester framførir á Spæliplássinum kl. 20:55. Um bólkin sigur G! Festivalurin m.a. soleiðis:

Ferris & Sylvester eru í støðugari framgongd. Tey hava fleiri milliónir stroymingar á Spotify og hava ligið nummar 1 á iTunes ‘Singer-Songwriter’ listanum. Ferris & Sylvester eru eisini viðurkend av altjóða tónleikamiðlum. MOJO ummælti tónleik teirra sum eitt ‘masterpiece of Folk Rock’, ímeðan Rolling Stone útnevndi tey á listan ‘Top 10 country nøvn at halda eyga við’ og lýsti ljóðið hjá bólkinum sum “a rich and fully realized sound that leaves one pining”. 

Greta Svabo Bech spælir á sandinum kl. 22:10. Um Gretu siga tey á G! soleiðis:

Við ljóði og myndum skapar Greta eina hugtakandi og dreymakenda mynd av lívinum í Føroyum. Greta skrivar og framleiðir sín egnað tónleik, har hon skjalfestir sín fjarskotna heim við framúrskarandi infrareyðari myndatøku. Við sínari list, skapar hon samstundis eina kenslu av vøkrum umhvørvi og myrkakendari avbyrging.

Íslendsku EMMSJÉ GAUTI spæla á Spæliplássinum kl. 23:35. Um teir, siga tey á G! soleiðis:

Yvirdrivin poppur, skemtingarsemi og meistaralig rím eyðkenna íslendska Emmsjé Gauta, sum hevur tryggjað sær pláss í íslendsku tónleikasøguni við løgum sum "Silfurskotta" and “Reykjavík”. 

Ein av størru løtunum verður heilt vist kl. 00:30 tá Fatboy Slim spælir síðstu konsertina á sandinum á ársins festivali. Um hann, sigur G! Festivalurin soleiðis:

Tónleikur hansara er ein heimur av widescreen sinnisrörslum, psykadeliskum ljóði og besta dansitónleikinum, tú nakrantíð hevur hoyrt. Hann hevur vunnið tíggju MTV Video Music Awards, tvær Brit Awards og hevur ligið á tindunum á tónleikahittlistum kring heimin seinastu tjúgu árini.

Á palli hevur Fatboy Slim skapað enn fleiri yvirskiftir: Á eini uttandurakonsert á Brighton Beach var av fyriskiparunum væntað, at 60.000 áhoyrarar fóru at koma til framförsluna - har komu 250.000 fólk. Hann hevur latið pallin á Glastonbury upp í 2006 og latið olympisku leikirnar í London í 2012 upp. Framförslan á olympisku leikunum fór fram á einum risastórum uppblásiligum högguslokki.

Síðsta konsert á Spæliplássinum verður kl. 02:20, tá KANNSKA! framførir.

Umframt hesar konsertirnar, eru nógvar framførslir í Grundini og Fjósinum. Sí skránna niðanfyri.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár