Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nevið Reyða vann og varðveitti FM-møguleikan

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  13.07.2019 - 18:15 Ítrottur Tíðindi

Tað var trýst á Nevinum Reyða undan dagsins róðri, men tað eydnaðist at vinna greiðan sigur og varðveita FM-møguleikan.

Nevið Reyða vann tveir teir fyrstu róðrarnar í ár, áðrenn Argjabáturin svaraði aftur og vann teir tríggjar næstu. Tískil skuldi Nevið Reyða vinna í dag, um vit skuldu fáa eina FM-finalu á ólavsøku. 

 

Fram til endaspurtin var talan um sera spennandi róður millum Argjabátin og Nevið Reyða. Teir skiftust um at vera frammanfyri. Men tá vit komu til endaspurtin, so fór Nevið Reyða langt framum og vann við einari heilari bátslongd.

 

Hetta merkir, at báðir bátarnir hava vunnið tríggjar róðrar í part og tí fáa við FM-finaluna á ólavsøku, har vinnarin eisini fer avstað við FM-heitinum.  Róðurin í dag kann síggjast HER

 

Myndir: KVF (skýggjamyndir) 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB