Lýsing
Lýsing
Lýsing

Golfklubburin 30 ár

SKRIVAÐ: Zakarias Wang  |  14.07.2019 - 11:03 Ítrottur Lesarabrøv Tíðindi

Nú eru 30 ár farin, og heitt er á meg um at skriva nakrar reglur um hvussu tað bar til at vit stovnaðu hendan felagsskap.

So ótrúligt tað ljóðar, var eg nevniliga ein av stovnararnum, hóast eg ikki hevði fingist við hesa ítrótt heldur enn nakra aðra.

Orsøkin var tann, at eg í lestrarárunum kom at kenna nøkur, sum høvdu áhuga fyri golf. Heimafturkomin fór eg at umhugsa, um tað mundi bera til at hava golfvøll í Føroyum. Her er jú harðbalið, nógv regn og ofta vindur. Tá eg ferðaðist í Íslandi fekk eg at vita, at har vóru nógvir golfvøllir, men har var veðrið jú ikki sum her.

Eg kom at kenna ein hetlending, og hann segði mær, at hann var nevndarlimur og stovnari av fyrsta og einasta golfklubbanum í Hetlandi. Hann vísti mær vøllin, og eg helt, at um teir kundu, so máttu vit eisini kunna gjørt ein eins frægan sum teirra. Lítil munur er á veðrinum.

So hvørt eg setti meg inn í málið, kom eg til tað úrslit, at tað helst hevði verið gagnligt fyri Føroyar at havt ein golfvøll. Ítróttagreinirnar eru nógvar, men um allan heim er golfítróttin tann, sum hevur mest virðing mæta manna millum.

Eg kom at minnast eina hending, tá eg í juli 1962 ferðaðist upp á tummilfingurin í Europa. Komin úr London ætlaði eg mær fram við eysturstrond Onglands til Skotlands og praiaði ein bil. Hann støðgaði beinanvegin og vildi taka meg við, men hann skuldi fara til vestursíðuna í Onglandi. Hann segði at tað var minst líka so skjótt fyri meg at koma við sær, tí hann hevði so góðan bil, ein jaguar, og tað var bert ein annar sum yvirhálaði okkum. Men grundin til at hann vildi hava meg við var at hann hevði gloymt brillurnar eftir, og hann hevði eitt hondskrivað bræv sum greiddi frá hvussu hann skuldi koyra fyri at koma til ein golfvøll í nánd av Liverpool. Hann skuldi tí brúka meg sum leiðsøgumann at lesa brævið og síggja vegskeltini. Tað kom mær dátt við at fáa eitt slíkt álitisstarv mín næsta dag í Onglandi!

Tað vísti seg, at sjaførurin var ein íverksetari. Úr fátækum korum hevði hann bygt upp eitt stórt virki, og nú kundi hann møtast við sínum javnlíkum á ovastu rók, og tað var tí hann var farin at spæla golf!

Golfítróttin er tí ein máti, sum tey ríku og máttmiklu íðka fyri at hitta sínar javnlíkar.

Men hví skuldu vit í Føroyum fara upp í slíkt?

Um so er, at okkara vinnulív skal kappast á jøvnum føti, er umráðandi at vit bjóða dugnaligum fólkum eins góð kor og aðrastaðni.

Viðhvørt havi eg verið ferðaleiðari, og tá eru mong áhugaverd fólk at hitta. Einaferð kom eg at tala við ein framúrskarandi vinnulívmann, sum helt at Føroyar vóru eitt heilt ótrúliga gott land, og at hann kundi hugsað sær at flutt higar. Men so spurdi hann: Ber til at spæla golf? Eg noyddist at siga sum var, at tað gjørdi tað ikki. So segði hann, at flyting hansara higar varð av ongum! Tað hevði hon helst verið allíkavæl, men samrøðan segði mær, at gjørdu vit nakað við golfítrótt, gjørdust Føroyar meira attraktivt fyri nøkur sum kundu gjørt mun í okkara samfelag.

Men hvat við føroyingum? Kundu teir fingið nakað burturúr?

Golf er ikki ein ítrótt fyri øll. Men føroyingar hava nógvar av teimum eginleikum, sum skulu til. Vit hava góðar fleygingarmenn og nógvar sum raka fugl úr báti. Tí kann ikki útilokast, at nakrir av okkara unglingum kundu lært seg spælið. Um teir so koma í onnur lond kunnu teir fara at spæla har, og møta harvið nøkur av teimum í vertslandinum, sum eru væl fyri. Tað kann sjálvandi ikki útilokast, at onkur kann vinna frama í hesi ítrótt, men kappingin er hørð um oddasessirnar.

Fyritøkur í Føroyum skulu selja framleiðslu sína uttanlands. Avgerðir um at keypa frá okkara fyritøkum verða sjálvandi fyrst og fremst tiknar av útlendsku fyritøkunum av tí at góðskan og prísurin á okkara framleiðslu er kappingarfør. Viðhvørt kunnu persónlig sambond tó vera avgerandi. Tá kann tað hava týdning at fáa útlendskar stjórar at koma til Føroyar so prátast kann við teir. Men teir hava nógv støð í at velja, og royndirnar vísa, at eitt tilboð um at koma at spæla golf í einum eksotiskum stað er eitt gott agn. Tað eru sera nógvar handilsavtalur gjørdar á golfvøllum!

Men illa gekst at fáa fatur í nøkrum, sum hevði dirvi til at reisa málið. Men fyri tretivu árum síðan bragdaði. Vit fingu fýra menn, sum spældu golf uttanlands. Teir gjørdu av at stovna ein golfklubba. Men ólukkutíð skuldu fimm í nevndina, og tí vóru boð eftir mær at koma uppí sum fimti maður. Tíbetur gekk ikki long tíð til ein kom afturat, sum dugdi at spæla og kundi koma í staðin fyri meg.

Eitt av tí, fyrsta nevndin gjørdi, var at venda sær til elsta og fremsta golfklubban av øllum. Hann er í Skotlandi, og vot spurdu teir, um teir kundu senda tveir menn higar at meta um, hvørt tað yvirhøvur bar til at gera nakað við hesa ítrótt í Føroyum. Klubburin tók málið upp í størsta álvara, og menninir komu í øllum góðum. Annar av teimum var persónligur vinur við mannin hjá táverandi bretska forsætisráðharranum Thatcher. Teir høvdu ikki verið her fyrr, men teirra meting var, at í Føroyum vóru nógv støð, har til bar at gera góðar golfvøllir. Veðrið her var ikki so nógv øðrvísi enn í Skotlandi. Tey sum spæla golf eru úti á vøllinum í øllum veðri, so í okkara veðurlagi kann spælast mest sum alt árið.

Vit spurdu teir, um tað kundi hugsast at tað bar til at fáa golfturismu í lag í Føroyum.

Teir søgdu, at hetta bar væl til.

Tað sum kravdist var at vit høvdu tríggjar golfvøllir á hægsta stigi. Eingin tímdi at spæla meir enn tveir dagar á sama golfvølli, og tað var so uttanhanda at koma til Føroya, at eingin skoytti um at vera stytri her enn eina viku. So var tíð at vitja teir tríggjar vøllirnar.

Harumframt var neyðugt at vit fingu okkum eitt fimmstjørnuhotell.

Vóru hesar íløgur gjørdar, ivaðust teir ikki í, at tað fóru at vera so nógv, sum vildu koma higar, at hotellið var fullsett. Vit skuldu minnast til, at tey fólk, sum komu higar at spæla golf, vóru væl fyri og brúktu nógvar pengar.

Tann sum hyggur eftir føroyakortinum sær beinanvegin, at ikki hevði staðist á at funnið lendi til tríggjar golfvøllir. Tað hevði loyst seg so væl at gjørt teir, at tað ikki hevði verið ringt at reist kapital til eina slíka verkætlan.

Snávingarsteinurin er okkara jarðarviðurskifti. Politikarar okkara sita á helvtini av okkara jørð, og teir vilja halda fram við at vera góðseigarar. Lótu teir vit og skil ráða, sleptu teir sær av við hesa jørð og gjørdu hana til óðalsjørð. Hevði onkur tá okkurt gott hugskot, um hvussu jørð kundi nýtast til á burðardyggan hátt, hevði borið til at keypt neyðugu jørðina til marknaðarprís.

Ein verkætlan um at gera eitt fimmstjørnuhotel við trimum golfbreytum hevði verið ein slík burðardygg verkætlan. Hon hevði lyft okkara samfelag upp á eitt hægri støði.

Tað hevði verið gagnligt fyri golfklubba okkara um henda verkætlanin hevði fingist í lag.

Men tað er at fegnast um, at golfararnir hava drivið á undir teimum korum, sum samfelag okkara hevur bjóðað teimum. Teir hava verið sannar hetjur, og skal eg ynskja teimum tillukku við, at teir nú á tretivuáradegnum hava fingið ein golfvøll!

 



 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði