Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fugloyarrenningin 2019

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  14.07.2019 - 19:30 Ítrottur Mentan Tíðindaskriv Tíðindi

Leygardagin 20. juli skipar Treysti, saman við bóndahjúnunum, Jastrid og Símun Gullaksen, í Uppistovu í Hattarvík, fyri Fugloyarrenningin 2019

Leygardagin 20. juli skipar Treysti, saman við bóndahjúnunum, Jastrid og Símun Gullaksen, í Uppistovu í Hattarvík, fyri Fugloyarrenningin 2019. Hetta er sættu ferð, at renning verður fyriskipað í Fugloynni. 

Runnið verður úr Hattarvík til Kirkju og aftur til Hattarvíkar. Tilsamans er teinurin góðar 10 kilometrar og hevur ein mesta stigning uppá góð 10 prosent, so hóast teinurin ikki er so ógvuliga langur, er talan um eina spennandi avbjóðing. Náttúruvakra Fugloyggin, okkara eystasta oyggj, er ein spennandi uppliving og um ein ikki megnar at renna teinin, kann man ganga og njóta túrin.

Umframt sjálva renningina, so er annað gott á skránni og er alt íroknað tí sokallaða startpakkanum.

Niðanfyri sást skráin og hvat er við í startpakkanum.

Skrá:
08:45  Fráferð úr Hvannasundi við “Rituni” til Hattarvíkar
10:00  Koma til Hattarvíkar
10:10  Heintað startnummar
10:30  Renning byrjar. Teinurin er góðar 10 kilometrar fram og aftur. Møguleiki er sjálvandi eisini at  ganga teinin
12:00  Suppa, te, kaffe, kakur umframt leskandi drykkir og frukt
13:00  Gongutúrur niðan á Eystfelli. Øll fáa ein góðan matpakka við, sum verður notin uppi á Knúki.  Hesin túrður tekur uml. 2 tímar
14:00 Frásøgutúrur í bygdini, vitja kirkjuna vm.
15:00  Gongutúrður út á Egg. Hesin túrður tekur uml. ½ tíma
16:00  Fráferð úr Hattarvík til Hvannasund
17:15  Koma til Hvannasund.

Freistin at melda til er hósdagin 18. juli kl. 24:00

Kostnaðurin fyri vaksin (f.2001 ella fyrr)..............  kr. 495,00

Kostnaðurin fyri børn (f.2002 ella seinni).............  kr. 245,00

Íroknað kostnaðin er luttøkugjald, ferðing, matur, drekkivørur, ferðaleiðarar vm.

Spurningar vm. kunnu setast til Guttorm Sørensen á telefon 230210 ella Símun Gullaksen á telefon 217055.

Tilmelding fer fram umvegis fylgjandi leinkju: Fugloyarrenningin 2019

Heimasiðan hjá Uppistovugarðinum er her: Uppistovugarður

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar