Lýsing
Lýsing
Lýsing

Uppisjóvarvirkið á hvørjum tanga og -skip á hvørji vík

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingslimur  |  15.07.2019 - 21:03 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Søgan lærir okkum, at vit onki hava lært av søguni.

Flakavirkið á hvørjum tanga

Tað, sum hendir í løtuni minnir ikki sørt um 80´ini , har flakavirkir skuldu byggjast  á hvørjum tanga. Í fyrsta umfarið tyktist hetta gott, tí nú var einans hanagleiv hjá nógvum  at fara til arbeiðis. Hetta gekk, men bara í sera avmarkaða tíð, tí stokkut var gleðin.  

Sannleikans tími upprann, og vinnan varđ noydd  at effektivisera og rationalisera seg. Tað bleiv neyðugt  við keðiligum avgerðum og tungum tøkum bæði fyri fólk og land.  Ikki minst hjá teimum, sum skuldu siga arbeiðsfólki úr starvi. Nógv  mistu arbeiðið og fleiri teirra valdu at rykkja tjaldpelarnar upp og flyta av landinum.  Øll minnast ilt aftur á hesa tíðina. Tá vórðu vit samd um, at hetta skuldi ikki endurtaka seg.


Sama skilið við alivinnuni

Aliloyvi blivu givin á hvørjum tanga. Hetta sá  lovandi út í fyrsta umfari. Alarar skræddu seg sundir fyri at fáa tað at bera til, men  lønsemi fekst ikki í við so nógvum smáum aliloyvum. Harumframt gjørdi sjúka um seg í aliringunum, og gjørdi tað  støðuna verri. Hetta var ein øgilig tíð. Syrgiligt at síggja, at alt, sum alivinnan hevði bygt upp ígjøgnum áratìggir miseydnaðist.

Skrædlið í flakavinnuni og í alivinnuni  rakti ikki einans reiðarar, vinnulívsfólk og stjórar. Tað rakti heilar familjur.  Hjá mongum familjum bleiv einasti útvegur at fara av landinum. 5000 fólk fluttu av landinum, tí tað var ikki livandi hjá teimum í Føroyum, og mong komu ongantíð heimaftur. 

Fiskurin bleiv eisini  burtur hetta tíðarskeiðið.


Fuglurin Fønix

Føroyingum líkt,  so reistu teir seg aftur úr øskuni, sum fuglurin Fønix. Teir kempaðu og stríddust og løgdu nógv fyri, og tað eydnaðist. Vinna, einstaklingar, skiparar og onnur  stóðu saman og vóru samd um, at hetta mátti ikki endurtaka seg.  

Vit mugu og skulu læra av   søguni um flakavirkini og alivinnuna og rætta kumpassina eftir hesum.  Vit mugu og skulu hava nakrar sterkar aktørar, sum kunnu leggja til síðis í góðum tíðum fyri at vera mentir at standa ímóti í ringum tíðum. Hetta eydnaðist væl  inntil socialistarnir tóku yvir í Tinganesi.  


Søgan endurtekur seg.

Sæð við eygunum hjá   sitandi vinstrasamgongu gekk ov væl, og ì navni rættvìsunnar er hon  nú í ferð við at gera júst sama brølara, sum hendi við flakavirkjunum  og aliloyvunum á hvørjum tanga. So skjótt vinstrasamgongan kom til valdið,  fór hon út til teir, sum hava effektiviserað og rationaliserað. Út til teir, sum  hava stríðst og strevast, og fingið tað at eydnast . Vinstrasamgongan byrjaðu við fyrst  at taka 15 prosent frá hesum dugnafólki til uppboðssølu og síðani 8,5 prosent afturat til menningarkvotur. Teir hava tikið  kvotu frá monnum, sum hava keypt kvotu fyri fleiri milliónir fyri at effektivisera og rationalisera og geva hesar ókeypis til aðrar.    

Møguleikin fyri  at gerast sterkari  og betri skal takast frá okkara verandi dugnaligu vinnulívsfólkum.  Ongin skal blìva sterkur. Ongin skal tjena pengar og ongin skal eiga pengar.  Tað er meir rættvíst, at onnur sleppa framat, kosta hvat tað kosta vil og óansæð hvørjar avleiðingar tað fær.   Meir jarn, meir stál og meir útlát. Burtur við effektiviteti og tí mest rationella. Vit skulu aftur til áttamannaførini. 

Tað sýnist sum fiskivinnan skal pettast sundur ì smámolar. Samstundis blìva  teir almennu mastodontarnir ongantìđ ov stórir. Hetta er eitt sereyđkenni fyri sosialismuna. Tađ almenna skal hava ræđi á øllum og stýra øllum  og fólkiđ skal bara makka rætt. 

Tað er ov mikið av kapasiteti til at fiska og hagreiða allan fisk, men allíkavæl vil vinstrasamgongan hava fleiri aktørar.   Hvat bleiv forrestin av grøna politikkinum ?

Tað er eisini sera løgið við  okkara løgtingsformanni. Hann hevur   dúgliga atkvøtt fyri fiskivinnulóggávuni, so leingi tað skerdi  Norðoyggjar og onnur. Nú hann følir sviðan sjálvur, og fiskivinnulóggávan rakar hansara egnu oyggj  fær pípan annað ljóð. Hann reisist enntá ímóti sínum egna formanni. Sanniliga følir ongin mein í annans bein. 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Traktorriðil til Havnar at mót…
Ein heimsstjørna til Føroya!
Bíblian á føroyskum í sjeytifimm ár
Gjørdist heimskendur av dómarahending
Nýggjur bygningur til Fróðskaparsetrið
Skotiđ viđ Magnus Jørmundsson
Nú kemur umstrídda lógaruppskotið
Pál Weihe í Sandvágs kirkju
Sløkkja ljósini í ein tíma
Hotel Hafnia og Hotel Brandan hava gjørt…
Peningastov­nar gera mismun á fólki
Norðlýsið á gøtuni
Magni Christiansen konsert á Eiði
Nýggj vísindagrein í Ocean Engineering
Á leið sama umsøkjaratal á miðnámi
Dýrari tunlar enn neyðugt
Magnus Jørmundsson vitjar Skotið
Heilsuhjálpara­felag Føroya
Nær síggjast úrslit av allari ferðing­ini…
Jógvan Fríðriksson, bispur, prestur til…