Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bústaðir byggir framhaldandi tríggjar ferðir meir sentralt enn kring landið

SKRIVAÐ: Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður og løgtingsvalevni Fólkafloksins  |  15.07.2019 - 23:59 Politikkur Tíðindaskriv

Nú ársfrágreiðingin hjá Bústaðir fyri 2018 fyriliggur, kunnu vit enn einaferð staðfesta, at hetta almenna bústaðafelag framhaldandi byggir nógv flestar íbúðir í høvuðsstaðarøkinum, har privata byggivinnan eisini fremur so at siga allar sínar bústaðabyggingar.

Í vár gjørdi eg alment vart við, at Bústaðir higartil høvdu bygt 20 bústaðir pr. 1000 íbúgvar í høvuðsstaðarøkinum, men einans 6 bústaðir pr. 1000 íbúgvar í øðrum býum og bygdum í landi okkara.

Nú ársfrágreiðingin hjá Bústaðir fyri 2018 júst er almannakunngjørd, kunnu vit staðfesta, at hetta býtið tíverri ikki er broytt nevnivert. Sí talvuna her niðanfyri:

 

 

Sum tað framgongur av yvirlitinum, hava Bústaðir higartil bygt og eru í ferð við at byggja 386 bústaðir til tey 38% av fólkinum, sum búgva í høvuðsstaðarøkinum, meðan bert 210 bústaðir eru bygdir ella eru ávegis til tey 62% av Føroya fólki, sum búgva aðrastaðni í landinum.

Stutt sagt byggir almenna Bústaðafelagið 20 bústaðir pr. 1000 íbúgvar í høvuðstaðnum, meðan felagið byggir 7 bústaðir fyri hvørjar 1000 íbúgvar kring landið.

Sum løgtingslimur, búsitandi í Klaksvík, veit eg dagliga um persónar her í økinum, sum leita eftir onkrum at búgva í. Bústaðaneyðin er nevniliga eisini stór kring landið.

Tað privata byggir so at siga einans bústaðir í høvuðsstaðarøkinum, sum í sær sjálvum er bæði gott og neyðugt, men tað kann ikki góðtakast, at okkara almenna Bústaðafelag leggur afturat hesi gongd við at gera tað sama sum tað privata, nevniliga eisini at byggja nógv mest í høvuðsstaðnum, meðan restin av landinum fær ein munandi minni part.

Tíverri hevur hendan landsstýrissamgongan ikki megnað at syrgt fyri, at Bústaðir í minsta lagi byggir eins nógvar bústaðir pr. íbúgva kring landið, sum tey gera sentralt.

Fáa vit møguleikan eftir komandi løgtingsval, so er Fólkaflokkurin sinnaður og hevur styrki at krevja av Bústaðir, at tey leggja á annan bógv og gerast munandi meir virkin at byggja bústaðir kring landið.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað