Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
KÍ fjepparar fyltu skýlið í mai mánaða tí KÍ spældi móti HB í Betri deildini | Mynd: Oliver Joensen

Áskoðararnir hava avgerðandi týdning

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.07.2019 - 14:20 Ítrottur Tíðindi

Soleiðis sigur Mikkjal Thomassen í viðtalu við Norðlýsið nú bert eitt døgn er til týdningarmikla dystin á Svangaskarði móti litaviska liðnum FK Riteriai

KÍ stendur á gáttini at spæla seg víðari til 3. umfar í Evropa League. Fyrst vann KÍ í 1. umfari móti Tre Fiori úr San Marino og seinasta hóskvøld fekk KÍ eitt gott útgangsstøði í Litava, tá teir leiktu javnt 1-1 móti FK Riteriai í øðrum umfari av Evropa League. 

Mikkjal Thomassen er, sum verða man spentur til uppgávuna á annaðkvøld og sigur við Norðlýsið at fyrireikingarnar hava allar gingið væl. 

- Vit hava fyrireika okkum sera væl og allir mans eru klárir til uppgávuna. Vit hava gjørt okkara og eg vil heita á allar áskoðarar og KÍ vinir um at møta til dystin í annaðkvøld, at stuðla okkara monnum. Eg eri sannførdur um at áskoðararnir kunnu gera teirra og lyfta okkara leikarar tað seinasta strekki, sigur Mikkjal. 

- Tað hevði verið best um allir áskoðararnir hjá KÍ savnaðust um miðjan vøllin yvirav B68 húsinum. Um allir KÍ fjeppararnir sita saman, so følist stuðulin enn betur inni á vøllinum hjá leikarunum, sigur Mikkjal við Norðlýsið. 

Dysturin byrjar kl. 18.00 og atgongumerkir kunnu fáast á www.atgongumerki.fo ella við dyrnar, so leingi nøkur eru eftir. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ sett 1.deildarvenjara
Heilsuhjálparar lokið prógv
ÍF ætlar at taka seg saman
Vil fáa lív í býin
Sjóhitin veitir kulda til skoytubreyt­ina…
Navnakapping
Vinkonur hugna sær á Norđurjól
Jóla­trø­ini í Kalsoynni tendra í kvøld
Útróðrarmenn í dýrastu neyð
Deildar­stjó­rin á Vørn: Tað er munur á Næ…
Mjølnir vunnu oddadystin
Diamant­brúdleyp - Edith og Páll
Uppskot til “Ársins Rósu”
Víkingur hevur skift nakað út
Jólaguds­tænasta hjá Javna
Klaksvíkar Sjúkra­hús sett serlækna
Eitt sindur av vindi aftur í dag
Mjølnir toppdyst í kvøld
Kim Kielsen vitjar Føroyar í morgin
Mjølnir vunnu móti ÍF
Lýsing