Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kom og takið synd í Fólkaflokkinum

SKRIVAÐ: Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum  |  17.07.2019 - 19:31 Politikkur Tíðindaskriv

Tykist sum Fólkaflokkurin hevur trupult við at finna sín samleika fyri tíðina.Onnur hvør grein frá teimum snýr seg um, hvussu óreinur Javnaðarflokkurin er, tí hann sigur, at vit vilja fegin samstarva við Fólkaflokkin eins og allar aðrar flokkar, men vit fara IKKI í samgongu við flokkin, tí vit hugsjónarliga liggja ov langt vekk frá hvørjum øðrum.Hin parturin av boðskapinum hjá Fólkaflokkinum er, at annaðhvørt valevni vil rulla allar tær ræðuligu skipaninar aftur, ið henda samgongan hevur framt, meðan tey nýggju valevnini kappast um at bedýra, at onki skal rullast aftur. Ei undur í at veljarin stendur spyrjandi.

 

Seinasta greinin er aftur um, hvussu synd tað er í Fólkaflokkinum. Annika Olsen er so hørm, tí nú hevur Javnaðarflokkurin tikið patent uppá sosiala økið, og hon hevur framt ein langan avrikslista sum fyrrverandi landsstýriskvinna í almannamálum. Sjálvandi hevur Annika Olsen, sum eitthvørt annað landsstýrisfólk, ein avrikslista at vísa til. Tað vildi verið løgið annað eftir at hava sitið í 4 ár. Tað snýr seg tó ikki bara um longdina á listanum, men eisini hvat innihaldið er, og hvussu tað ger mun fyri borgaran í gerandisdegnum.

 

Hóast tað ljóðar so í greinini hjá Anniku Olsen, so gongur undirritaða ikki í so smáum skóm, at eg ikki kann staðfesta, at har eru góð avrik framd í hennara tíð. Onnur eru minni væl eydnað. Eg hugsi serliga um útleggingina á eldraøkinum, ið bæði viðførdi stóran mun á, hvørja tænastu borgarin fær, alt eftir hvar í landinum viðkomandi býr, og ósemjurnar um markamótini, har borgarar eru í vanda fyri at detta niður ímillum skipanir.

 

Langur byggilisti

Eg kann bara staðfesta, at allar byggiverkætlanir, undantikið depilin í Sandoynni, ið fóru í gongd meðan Annika Olsen sat við róðrið, vóru samtyktar og fyrireikaðar undir Rósu Samuelsen. Fyrireikingararbeiðið varð mestsum alt gjørt, so eftir var bert at seta spakan í. Tí tað er ein sannroynd, at tað tekur tíð at fyrireika byggiverkætlanir. Verkætlanin við íbúðum til sálarsjúk í Tórshavn hevði ligið eini 10 ár á tekniborðinum. Leigubústaðirnir eru allir bygdir av Bústøðum. Eg nevni hetta, tí Bústaðir er ikki ein stovnur, ið Fólkaflokkurin vanliga vil vita av.

Hinvegin kann staðfestast, at onki varð gjørt við tann ovurstóra tørvin á vardum bústøðum í Suðurstreymoy, har meginparturin av verandi sambýlum vóru skrásett sum reyðir bygningar av Landsverki. Tað vil siga, at bústaðirnir vóru í so ringum standi, at har var ikki inniverandi, umframt at bíðilistin til bústað var langur.

Í hesum samgonguskeiðnum eru 3 stórar byggiverkætlanir fyrireikaðar og um at verða klárar at seta í gongd :

•           Sambýlið í Reynstúni 18 búpláss

•           Sambýlið á Mýruni 18 búpláss

•           Bú- og umlættingardepilin til børn og ung við autismu 6 búpláss, 6 umlættingarpláss umframt virkniseind

Haraftrat er avtala gjørd við Bústaðir um 3 búfelagskapir, og arbeitt verður við einari alternativari loysn um ein búfelagsskap í Tórshavn í samstarv við ein privatan veitara.

Meðan arbeitt hevur verið at fyrireika stóru byggiverkætlaninar er ein miðvís um- og útbygging farin fram av verandi sambýlum og bústovnum, nevnast kunnu:

•           Bóndaheygur  2 íbúðir aftrat, so har eru 7 íbúðir

•           Garðsgøta 2 íbúðir

•           Torfinsgøta  7  búpláss

•           Hóvabrekka 11 búpláss

•           Umframt at Eiragarður verður umvaldur, og Dugni skúlin er liðugt umvældur.

 

Onnur avrik

Annika Olsen nevnir eisini onnur avrik, ið hon hevur framt.

Millum annað, at hon setti skjøtil á vælferðarlógina. Rætt er tað, at hon setti ein arbeiðsbólk, men tann arbeiðsetningurin, ið hann hevði fingið, víkir grundleggjandi frá tí arbeiði, ið nú var borðin niðan í løgtingið.

 

Millum annað skuldi arbeiðsbólkurin ikki viðgera viðlíkahaldsvenjing og flutning. Bara hetta eru tvey so stór og grundleggjandi mál, ið viðkoma so nógvum borgarum, at eg ikki hevði nevnt lógina vælferðarlóg uttan at taka hond um, at borgarin skal fáa viðlíkhaldsvenjing og hava møguleika at fáa flutning til tær tænastur, ið viðkomandi hevur brúk fyri. Viðlíkahaldsvenjingin og heimildin at seta eina flutningsskipan á stovn eru tvey av teim stóru nýbrotunum við vælferðarlógini.

 

At enda kann eg nevna nøkur av teim stóru avrikunum, ið eru framd í hesum samgonguskeiðnum:

•           Pensjónsnýskipan, ið tryggjar øllum, ið bert hava pensjón og Samhaldsfasta 1.500 kr meir at liva fyri.

•           Familjuískoyti er sett í verk og síðan hækkað fyri barnafamiljur við sera lágum inntøkum.

•           Fyritíðarpensjónistar hava 1.000 kr. meira at liva fyri

•           Veitingin til tillagað starv rt hækkað

•           Leigulógin er dagførd

•           Bráðtørvslisti settur á stovn

•           Kommunur hava fingið heimild til at byggja til aldursbólkin 60 +

•           Avtala er gjørd um 200 bíligar leigubústaðir

 

Jú sannliga eru avrik framd í hesum samgonguskeiðnum, ið øll hava til endamáls at lætta um hjá teimum, ið frammanundan hava tað trupult. Hóast tølini í samband við fátækraváða flyta seg ómetaliga spakuliga, so kunnu vit bert ímynda okkum, hvussu tey høvdu sæð út, um átøkini omanfyri ikki vóru framd. Havi trupult við at ímynda mær, at hesi átøk høvdu havt fremstu raðfesting Fólkafloksins, nú hann sigur seg vera so sosialan.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyndin er komin!
Havnar Arbeiðara­felag heitur á arbeiðsge…
Bátarnir í bólki 5B sleppa aftur til útr…
Hanus: Næraberg og Norðborg ikki sambæri…
SMJ ein fyritøka, ið hevur sæð møguleika…
Skoytubreytin letur upp leygar­dagin kl.…
KÍ sett 1.deildarvenjara
Heilsuhjálparar lokið prógv
ÍF ætlar at taka seg saman
Vil fáa lív í býin
Sjóhitin veitir kulda til skoytubreyt­ina…
Navnakapping
Vinkonur hugna sær á Norđurjól
Jóla­trø­ini í Kalsoynni tendra í kvøld
Útróðrarmenn í dýrastu neyð
Deildar­stjó­rin á Vørn: Tað er munur á Næ…
Mjølnir vunnu oddadystin
Diamant­brúdleyp - Edith og Páll
Uppskot til “Ársins Rósu”
Víkingur hevur skift nakað út
Lýsing