Lýsing
Lýsing
Lýsing

Trípartasamstarv um námsfrøði og fleiri starvsfólk inn á økið

SKRIVAÐ: Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna við almannamálum  |  18.07.2019 - 16:03 Politikkur Tíðindaskriv

Vit hava seinastu tíðina hoyrt nógv um ónøgdsemi innan námsfrøðiliga økið, einamest á dagstovnaøkinum. Ónøgdin nertir við nakað grundleggjandi, nevniliga hvat vilja vit við námsfrøðini, tá ið tað kemur til bæði dagstovnaøkið og serøkið. Tað snýr seg ikki bara um løn, ella at vit útbúgva ov fáar námsfrøðingar - tað snýr seg eisini um innihald.

Hóast námsfrøðilig stevnumið fyri dagstovnaøkið eru orðað, so tykist hetta ikki at vera nøktandi í gerandisdegnum. Pedagogfelagið eftirlýsir eina heildarætlan fyri alt dagstovnaøkið, ið snýr seg um at fáa fleiri starvsfólk inn á økið, at tryggja eitt betri arbeiðsumhvørvi, og at tryggja at dagstovnalógin verður hildin í gerandisdegnum.

Søgan vísir okkum, at tað er ikki við lønarsamráðingar, at fakligir spurningar verða loystir. Tað er ein sannroynd, at tá ið sáttmálaskeiðið er um at vera runnið, snúgva samráðingarnar seg sjálvdan um annað enn nøkur prosentir henda ella handa vegin.

Fakligu spurningarnir, ið snúgva seg um innihaldið í tænastuni, eru truplir at fáa á borðið. Men umframt lønarviðurskifti eru tað júst fakligu spurningarnir um innihald, sum eru avgerandi fyri, at námsfrøðiliga økið og dagstovnar sum heild kunnu vera góð arbeiðspláss, har starvsfólkið trívist.

Tí haldi eg, at vit eiga at umrøða ein nýggjan leist, har vit bróta upp úr nýggjum og savna allar partar við borðið. Vit hava sæð, at trípartasamstarv um innihald og skipan á yrkisútbúgvingarøkinum gav góð úrslit.

Hví ikki savna allar partar við borðið: land, kommunu og Pedagogfelagið, við tí fyri eyga at koma til eina avtalu, ið snýr seg um eina heildarætlan fyri, hvussu vit fáa fleiri starvsfólk inn á økið komandi árini, um arbeiðsumhvørvið sum heild, og um hvussu nógv starvsfólk skulu vera um børnini á dagstovnunum.

Havandi góða úrslitið við trípartasamstarvinum á yrkisútbúgvingarøkinum í huga, vildi undirritaða mett, at hetta er ein gongd leið at fara innan fleiri øki.

Hví ikki byrja við dagstovnaøkinum?

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark