Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggjur stjóri á Landsverki

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  18.07.2019 - 17:24 Tíðindaskriv

Landsstýrismaðurin í Samferðslumálum, Heðin Mortensen, hevur í dag sett Sigurd Leifsson Lamhauge sum stjóra á Landsverki.

19 umsøkjarar vóru til starvið, og Sigurd Leifsson Lamhauge er ein av trimum umsøkjarum, hvør við sínum serligu styrkjum og førleikum, sum ein samd setanarnevnd mælti landsstýrismanninum til at seta.

Sigurd Leifsson Lamhauge er útbúgvin verkfrøðingur og Master of Science í management. Hann hevur áður arbeitt eitt skifti á Landsverki, og hevur annars drúgvar starvsroyndir sum verkætlanarleiðari av bæði verklags- og byggiverkætlanum í stórum føroyskum og útlendskum fyritøkum.

Stjórin á Landsverki vísir til  Samferðslumálaráðið, og hann hevur evstu ábyrgd av Landsverki. Hann skal serliga tryggja, at Landsverk er tilvitað um góðsku, lógarkrøv og tilfeingi, og er sinnað støðugt at menna sínar arbeiðshættir í samsvari við nýggj krøv og avbjóðingar.

Á Landsverki starvast nógv dugnalig fakfólk við dyggari servitan um ymisku ábyrgdarøkini, og við førleika at virka við sjálvstøðugari, fakligari ábyrgd. Uppgávan hjá nýggja stjóranum verður tí fyrst og fremst at leiða og menna Landsverk sum stovn, at vera virkin í mun til politisku-fyrisitingarligu leiðsluna og at vera andlit stovnsins úteftir.

Nýggi stjórin hevur tann bundna setning, at hann fyrsta árið skal stjórna stovninum, samstundis sum hann ger neyðugar tillagingar, og broytir stovnin til nútíðar tørv, leiðslu- og fyrisitingarhugburð, og tryggjar og styrkir álitið á stovnin, bæði innanhýsis, millum manna og í mun til politisku skipanina.

Hetta fevnir eisini um at endurhugsa tilverugrundarlagið hjá stovninum.

Støða skal takast til hvørjar uppgávur stovnurin  skal loysa, og hvussu tær skulu loysast. Eisini skal støða takast til hvørjar førleikar, ið krevjast á stovninum, og hvussu Landsverk fær sum mest burtur úr teimum.

Ein frágreiðing um hesi viðurskifti skal leggjast fyri landsstýrismannin í samferðslumálum, í seinasta lagi á vári 2020.

Inneftir skal stjórin ganga á odda í at skapa eina felags mentan við greiðum leiðslutilgongdum og heildarfatan í tænastum, og millum annað tryggja, at politiskar avgerðir verða framdar í verki, og at stovnurin gevur politiska myndugleikanum og samstarvandi aðalráðum røttu amboðini og vitanina at raðfesta við og at taka avgerðir.

Við 150 starvsfólkum, og fjøltáttaðum virksemi, sum í orðsins sanna týdningi røkkur út í hvønn krók í landinum, telist Landsverk millum størstu og týdningarmestu stovnar landsins. Tað var tí eitt krav, at  nýggi stjórin skuldi hava yvirskipaðan hugburð til rakstur og tilvit um leiðslu, og hann skuldi megna, við stórari orku og áræði, at ganga natúrliga á odda fyri at taka avbjóðingina at endurhugsa og seta Landsverk inn í ein nútíðar samfelagbygnað.

Sigurd Leifsson Lamhauge er valdur, tí at hann umframt at lúka formligu førleikakrøvini, hugsar strategiskt á einum praktiskum støði. Hann hevur víst, at hann hevur dirvi at skera ígjøgnum og taka tær avgerðir og fremja atgerðir, ið eru neyðugar, uttan drál, og tí at hann í leiðsluhugburði leggur dent á opið samskifti og hugburðsbroyting, og soleiðis  megnar at skapa sær fylgiskap og myndugleika at sláa ígjøgnum á ein skipaðan, úrslitasøknan og menniskjaligan hátt.

Eg haldi, at vit við Sigurdi Leifssyni Lamhauge fáa ein mann við nógvum førleikum, royndum og dygdum, sum eg vænti fara at koma honum og landinum væl við í nýggja starvinum”, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður, sum ynskir Sigurdi Leifssyni Lamhauge alt tað besta og hepna hond í nýggja starvinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyndin er komin!
Havnar Arbeiðara­felag heitur á arbeiðsge…
Bátarnir í bólki 5B sleppa aftur til útr…
Hanus: Næraberg og Norðborg ikki sambæri…
SMJ ein fyritøka, ið hevur sæð møguleika…
Skoytubreytin letur upp leygar­dagin kl.…
KÍ sett 1.deildarvenjara
Heilsuhjálparar lokið prógv
ÍF ætlar at taka seg saman
Vil fáa lív í býin
Sjóhitin veitir kulda til skoytubreyt­ina…
Navnakapping
Vinkonur hugna sær á Norđurjól
Jóla­trø­ini í Kalsoynni tendra í kvøld
Útróðrarmenn í dýrastu neyð
Deildar­stjó­rin á Vørn: Tað er munur á Næ…
Mjølnir vunnu oddadystin
Diamant­brúdleyp - Edith og Páll
Uppskot til “Ársins Rósu”
Víkingur hevur skift nakað út
Lýsing