Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tann ið kastar fyrsta steinin

SKRIVAÐ: Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna við almannamálum  |  20.07.2019 - 20:28 Politikkur Tíðindaskriv

Annika Olsen úr Fólkaflokkinum skrivaði í vikuni grein, har hon rør fram undir, at einasta strategi Javnaðarfloksins er at “svarta” Fólkaflokkin, sum hon tekur til. Harumframt leggur hon Javnaðarflokkin undir at vilja taka patent uppá sosiala økið.

Eg veit ikki, um Annika einki aftursvar væntaði sær til slíka ákæru. Men eg kann í øllum førum fortelja henni tvey ting:

 

Javnaðarflokkurin hevur onga politiska strategi, sum snýr seg um Fólkaflokkin. Okkara politikkur snýr seg fyrst og fremst um vanlig fólk í Føroyum og viðurskifti teirra.

Javnaðarflokkurin tekur ikki patent uppá sosiala økið. Men tað er eingin loyna, at sosiala økið altíð hevur verið ein hornasteinur í Javnaðarpolitikki.

 

Í nýggjastu greinini leggur hon undirritaðu undir at háa og spotta Fólkaflokkin. Og niðurstøða hennara er einki minni enn, at allarhelst hevur undirritaða ongi avrik at vísa á, og at hetta er orsøkin til, at eg svaraði aftur.

 

Undirritaða er ikki von at spotta og háa nakran - heldur ikki í politikki. Men eg tali at, tá ið eg meti tað vera neyðugt. Og tað ætli eg mær framhaldandi at gera.

 

Eg kann til eina og hvørja tíð standa inni fyri avrikunum á almannaøkinum hesi 4 árini, eins væl og eg standi til svars fyri teimum avrikum, ið ikki náddu á mál. Um avrikini eru fá ella nógv, mugu onnur meta um. Undirritaða hevur borið løgtinginum 36 lógaruppskot, herundir pensjónsnýskipanina og vælferðarlógina.

 

Bygging einaferð enn

Annika Olsen sigur, at undirritaða hevur róð fram undir, at Fólkalfokkurin ongan leiklut eigur í byggiverkætlanunum í teirra samgonguskeiðið.

Hetta er als ikki rætt, Annika Olsen!
 

Tað, sum eg vísti á, var, at byggiverkætlanir ofta koyra yvir fleiri samgonguskeið, og at teir stovnar ið Annika Olsen nevnir í sínum avrikslista, undantikið depilin í Sandoynni, vórðu samtyktir og undir fyrireiking í skeiðnum frammanundan, meðan Rósa Samuelsen var landsstýriskvinna. Tað var enntá so, at tað untist undirritaðu at opna tríggjar av hesum 4 stovnum.

 

Sum politikari og fyrrverandi landstýriskvinna, so eigur Annika Olsen at viðganga, at byggiverkætlanir vanliga fevna um fleiri samgonguskeið.

 

Tí er tað ikki rætt at siga, at onki er hent viðvíkjandi bygging hetta samgonguskeiðið, nú 3 stórar byggiverkætlanir eru um at verða klárar at fara í gong, nevniliga:

- Sambýlið í Reynstúni, 18 búpláss

- Sambýlið á Mýruni, 18 búpláss

- Bú- og umlættingardepil til børn og ung við autismu, 6 búpláss og 6 umlættingarpláss

- Um- og útbygging av fleiri sambýlum.

 

Pensjónsnýskipan og vælferðarlóg

Annika Olsen sigur, at um Javnaðarflokkurin so fegin vildi vælferðarlógina, so kom flokkurin ikki í løgtingi við henni í síðstu løtu. Tað er ikki rætt, at lógin kom í síðstu løtu. Hon kom til tíðina, seinasta framløgudag í hesi tingsetuni, sum gevur løgtinginum tað skoðbrá, ið skal til, fyri at náa at samtykkja lógir.

 

Tað eru tó tvey viðurskifti, ið hava havt ávirkan á, nær vælferðarlógin kundi koma í løgtingið.

 

Tað er púra rætt, at embætisfólkini eru sera dugnalig og arbeiðssom. Í veruleikanum er tað so, at einki hevði borið til í politikki uttan dugnalig embætisfólk. Tað er tó mark fyri, hvussu nógv tey fáa avrika í senn. Tí tingsetuna frammanundan høvdu tey framleitt pensjónsnýskipanina, ið er eitt mál, sum hevur ligið á láni síðan 90’ini.

 

Eftir at henda nýskipan varð borðin í løgtingið var beinanvegin farið undir at smíðja vælferðarlógina. At embætisfólkini í einum samgonguskeiðið hava megnað at framleitt heili tvær stórar nýskipanir, er eitt avrik, ið tey eiga allan heiður fyri, og sum vil nakað.

 

Hin orsøkin er, at eg ynskti at hoyra allar partar, og at viðgera hoyringarnar gjølla, áðrenn lógin fór í løgtingi. Tað verður ikki altíð gjørt, tí tráanin eftir avrikum ofta ger, at mál ikki fáa ta tíð, tey hava uppiborið. Eg haldi, at vælferðarlógin eigur at fáa ta tíð, hon hevur uppiborið. Tí hetta er eitt stórt lógarverk, ið røkkir inn í hvørt heim í Føroyum. Hesa avgerð standi eg við. Og fegnist um, at lógin fekk eina góða viðgerð, heldur enn bara at enda sum eitt innamtómt flugubein á einum avrikslista.

 

At enda vil eg bara staðfesta, at tað ikki er Fólkaflokkurin, ið skal avgera, hvat er avrikað hetta samgonguskeiðið. Tað avgerðina er tað tíbetur veljarin, ið eigur.

 

Hinvegin skal Fólkaflokkurin vera vælkomin at leggja seg meira á tann sosiala bógvin, vissi tað er tað, Annika Olsen vil. Tað plagar hann jú at gera undan løgtingsvali.

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum