Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvør er tað sum fiskar toskin undir Føroyum?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.07.2019 - 05:27 Leiðarin Politikkur Vinna

Í fjør fiskaðu smábátar (Bólkur 5A+B) meira tosk enn allur línuflotin undir Føroyum. Leggjast kann afturat, at ì fjør fiskaði línuflotin stóran part av toskinum á ytri leiðum, Íslandsrygginum.

 

 

 

 

Á talvunum omanfyri sæst yvirlit yvir nøgdina av toski, sum ymisku skipabólkarnir fiskaðu í fjør og higartil í ár. Tølini eru frá Vørn. Nakrar niðurstøður útfrá hesum tølum eru:

  1. Línuskip ( Bólkur 3 ) hava fiska lutfalsliga tað sama undanfarna ár.
  2. Í fjør fiskaðu smábátar (Bólkur 5A+B) meir tosk enn allur línuflotin undir Føroyum. Leggjast kann afturat, at ì fjør fiskaði línuflotin stóran part av toskinum á ytri leiðum, Íslandsrygginum.
  3. Higartil í ár hava smábátarnir fiskað 35 % og línuflotin 21 % av toskinum. Her skal eisini viðmerkjast at nógv tað mesta hjá línuskipum er fiskað uttari á, ímeðan 5A+B mangan royna inn í klettin og millum oyggjarnar. Tí er eisini meir av smáum toski uppií hjá teimum. Harumframt kunna hesir smábatar royna við snellu á gýtingarleiðum um várið, ímeðan hesar leiðir eru stongdar fyri línuflotan tá.

Tí er tað ikki rætt at geva línuskipum skyldina fyri ov fiskarí. Smábátar eru hvør í sær lítil hóttan, men tá tað gerast fleiri 100 tá fiskur er, sigur tað seg sjálvt, at nøgdirnar teir fiska samanlagt verða stórar.

Hvat frægast er at gera, er ein onnur søk, men tað hevur so onki at gera við, at avmarkað línuflotan.

Hinvegin er pástandurin hjá ávisum valevnum, um bara at loyva smábátum at royna frítt, tí teir troyta ongan stovn, heldur ikki tikin við skili. Tað er bara at hyggja eftir tølunum. So er bara at lata alt fiska frítt. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!