Lýsing
Lýsing
Lýsing
Niels Winther Poulsen, sakførari hjá North West Pelagic í Dagur og Viku í kvøld | Mynd: kvf.fo

Kann gerast Jógvan S-málið umaftur, bara dýrari

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.07.2019 - 01:24 Leiðarin Vinna

Mánadagin 22. juni bleiv dómur kunngjørdur í Føroya Rætti, og hann gav partafelagnum North West Pelagic fult viðhald. Tað merkir, at Fiskimálaráðið skal bæði geva North West Pelagic rættindini at fiska aftur, og eisini lata endurgjald fyri mista inntøku síðani mars í 2016. 

Tað er tó ikki pengar, sum North West Pelagic helst vil hava, men at fáa rættindini aftur við afturvirkandi kraft. Í stuttum merkir tað, at reiðaríið skjýtur upp, at í staðin fyri reiðan pening fær tað rætt til at fiska í eitt tíðarskeið, sum er nóg langt til at kunna fiska tað mista inn aftur. Av tí at hetta er ynskið, er heldur onki krónutal sett á endurgjaldið. Umframt at fáa rættindi meira enn trý ár aftur í tíðina aftur fær reiðaríið eisini fult endurgjald fyri sakarmálskostnaðin, tilsamans 750.000 krónur.

Fiskimálaráðið hevur fingið 4 viku freist at boða frá, um tað ætlar at fara í Landsrættin við málinum, so roknast kann við, at tann tíðin gongur afturat, áðrenn nakað verður endaliga staðfest. Men Føroya Rættur hevur tilkent North West Pelagic endurgjald frá 7. mars 2016 og fram til reiðaríið aftur sleppur at fiska, og tað merkir, at hvør dagur, sum gongur, uttan at reiðaríið sleppur aftur til fiskiskap, ger endurgjaldið størri.

Dómurin er áhugaverdur fyri onnur enn reiðaríið, sum fekk viðhald. Partafelagið Enniberg liggur eisini í sak við Fiskimálaráðið, og tað málið kemur fyri í Føroya Rætti í november. Kravið er eisini endurgjald, og grundgevingarnar hjá Enniberg eru, at Fiskimálaráðið ikki hevði rætt til at taka 10% av rættindunum í 2016 og heldur ikki í 2017 at luta út á uppboðssølu, av tí at rættindini ikki vórðu uppsøgd at fara úr gildi fyrrenn 1. januar 2018. Reiðaríið metir hetta vera ognartøku, og ognartøka viðførir sambært galdandi lóg endurgjaldsskyldu.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Fiskimálaráðið er dømt fyri at hava inndrigið fiskirættindi av órøttum. Tann 30. mars 2004 bleiv afturtøkan av rættindum hjá Jógvani S. dømd ógildug at vera, og tað viðførdi eisini eitt endurgjaldskrav, har Fiskimálaráðið varð dømt at gjalda góðar 3 milliónir. Tá reisti Kári P. Højgaard, tingmaður, málið á Løgtingi, har hann m.a. segði

 

“Tað má verða øllum greitt, at eitt mál av slíkum slagi, har landskassin verður dømdur at gjalda milliónaupphæddir í endurgjaldi, krevur eina neyva frágreiðing um, hvør kann ábyrgdast.”

 

Men av tí at nýggj stjórn var komin til, fekk málið ongar avleiðingar fyri landsstýrismannin í fiskivinnumálum tá. Sitandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard, segði soleiðis:

 

“Rættarliga løgmanseftirlitið sbr. stýrisskipanarlógini § 33, stk. 3 fevnir bert um embætisskeiðið hjá sitandi løgmanni. At ávísar dómsavleiðingar ikki verða fyrr enn í mínum embætisskeiði ger ongan mun í hesum, tí at gerðirnar, sum hava ført til dómin, eru undan mínum embætisskeiði.”

 

Við støði í hesum kemur tað helst væl við hjá sitandi samgongu, at dómurin fall beint áðrenn eitt val.

Málið um Jógvan S. er ofta tikið fram aftur, vísandi til, at tá ein borgari er í góðari trúgv og hevur innrættað seg eftir treytunum, so fær hann viðhald. Føroya Rættur vísir eisini í dóminum mánadagin á, at har skulu sera góðar grundgevingar til fyri at taka givin rættindi inn aftur, og tær grundgevingarnar hevði Fiskimálaráðið ikki, metti rætturin.

Framvegis kann málið kærast, men tað kann eisini bara gera endurgjaldskravið størri, og Fiskimálaráðið liggur sum nevnt eisini í aðrari rættarsøk um endurgjald fyri tað sama, nevniliga at inndraga rættindi aftur av órøttum.

Stóri spurningurin er, at tá dómurin í Jógvan S.-málinum greitt vísti, at reiðaríið fekk viðhald, um tað var í góðari trúgv og hevði innrættað seg eftir galdandi fortreytum, hví Fiskimálaráðið so kortini partú vildi taka latin rættindi innaftur bæði í 2016 og aftur í 2017. Eftir øllum at koma hesar bráðu afturtøkurnar okkum, t.e. føroyska skattgjaldaranum, aftur um brekku nú. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…