Lýsing
Lýsing

Luzern fjeppari hitti borgarstjóran

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.07.2019 - 13:17 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindaskriv

Í morgin verður stóra søguliga fótbóltsbraki, tá ið KÍ og Luzern bresta saman í Sveis.

Í dag var ferðalagið úr Klaksvík ein túr í vakra sveisiska býnum, sum er eitt satt ferðavinnumál í Sveis. Borgarstjórin var farin í bláðu eyðkendu KÍ blusuna frá steypafinaluni 2016, og mitt á gøtuni steðgaði ein ungur maður ferðalagnum.

Orsøkin var blusan, tí hann kendi nógv til KÍ og gleddi seg til spennandi dystin í morgin. Ungi maðurin upplýsti millum annað, at vænta verður at umleið 6-7.000 fólk verða til dystin í morgin, og at hann roknaði við, at umleið 60 Luzern áskoðarar ætla sær til Føroyar at síggja seinna dystin.

Fryntliga maðurin bjóðaði ferðalagnum at vera “ferðaleiðari” eina løtu, og gekk túrurin millim annað upp á býarmúrin, sum er aldargamal og eisini at síggja minnisvarðan yvir teimum sum doyðu í samband við fronsku revulutiónina.

Luzern er nógv merkt av nógvum ferðafólkum, nógvum hita og sera blíðum íbúgvarum. Ungi sveisarin segði til seinast, at hann nú var blivin KÍ viðhaldsmaður.

Dysturin millum KÍ og Luzern er í morgin kl. 19.15.

Lýsing
Seinastu tíðindini
12. juli er talvudagu­rin hjá Føroysku s…
Trygvi Hansen venjari hjá Mjølnir
Útskiftingin í Uppsalahaga endað
Brúdleyp - Karin Kristina og Ivan
Upptakt: KÍ-HB
Amerikanski ambassadøru­rin: Forsetavalið…
Amerikanska sendikvinnan: Føroyar eru po…
Sands: Vónandi fæst Donald Trump til Før…
Carla Sands: Hvørki flotaherstøð ella ko…
Í seks ár hava Bústaðir bygt fimm vanlig…
Carla Sands vitjaði Norðlýsið
Nýggjur Christian í Grótinum
Grind eigur at verða hildin til
KÍ á Tórsvølli sunnudagin
Brúdleyp - Valborg og Dánjal
Kappingin um løgmanssteypið byrjar við s…
Størri byggifyritøkur og smærri - neyðug…
Gøtu kirkju ungdómskór
Lands­stýrið vanvirðir Løgtingið og stýri…
Floksmannadagar í Hattarvík - eitt uppli…