Lýsing
Lýsing
Lýsing
Høgni Hoydal fiskimálaráðharri hevur meldað kríggj ímóti størsta partinum av føroysku fiskivinnuni hetta valskeiðið. Hesaferð er tað línuflotin, ið eftir øllum at døma ikki kann effektivisera sín rakstur. | Mynd: Oliver Joensen

Fiskimálaráðharrin vil forða fyri endurnýgging av flotanum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.07.2019 - 22:51 Leiðarin Politikkur Vinna

Dagin fyri at Fiskivinnuráðið hevði fund, sendi Fiskimálaráðið ráðnum eitt broytingaruppskot til hoyringar, ið inniber álvarsamar avmarkingar fyri reiðaríini, sum umhugsa at keypa skip. Ynskið úr Fiskimálaráðnum gongur út uppá, at línuskip størri enn 2.772 ikki fáa atgongd til fiskidagar. Fiskivinnuráðið finst at hesum, og Føroya Reiðarafelag mælir til, at uppskotið verður tikið aftur í stundini. Tað fer at forða fyri eini hart tiltrongdari endurnýggjan av føroyska fiskiflotanum, siga tey.

Vágaportalurin hevur biðið um, og fingið innlit í, at mikudagin tann 17. juli verður broytingaruppskot sent frá fiskimálaráðharranum til Fiskivinnuráðið, ið hevur fund hósdagin tann 18. juli. Ráðið kritiserar hetta og sigur tað vera alt ov stutta tíð til at kunna geva tí eina veruliga viðgerð. Men ráðið viðger tað kortini og mælir frá við teirri grundgeving, at avmarkingin fer at gera tað torført at endurnýggja føroyska fiskiflotan.

Fiskimálaráðharrin ynskir, at har tað í dag stendur “Línuskip 600 og størri” skal tað framyvir standa “Línuskip 600-2772”, soleiðis at størri línuskip enn tað ikki kunnu fáa fiskiloyvi.

Fiskivinnuráðið vísir á, at størru skipini hava nógv betri umstøður til manningina, umframt at tað verður munandi lættari at liva upp til kravið um, at 20% av fiskinum skal førast til lands við høvdi, og annars at allur fiskur skal førast til lands, um skipini eru tað størri, tí størru skipini geva betri møguleikar at hagreiða fiskin. Ráðið vísir somuleiðis á, at eldri norsk skip, sum eru størri enn 2772 (talið er eitt mát fyri longd faldað við breidd faldað við dýpd) hava víst seg at verið eitt framstig fyri føroyska flotan.

Fiskimálaráðið sigur í upprunaliga upprinum, at “uppskotið til kunngerð leggur upp til at seta í gildi somu reglur um at umrokna dagar fyri flytingar av fiskidøgum, sum eru galdandi fyri avhendingar av fiskidøgum”, men kemur so dagin fyri við hesi broyingini, ið er heilt øðrvísi reglur um avhending av døgum. Fiskivinnuráðið mælir snøgt sagt til at strika regluna og onga ovaru avmarking hava á fyri línuskip.

Tann núverandi føroyski flotin krevur eina endurnýgging, og ásetingin, sum fiskimálaráðharrin ynskir, kann gerast ein forðing fyri hesum, sigur Fiskivinnuráðið, og vísir á, at summi línuskip eru so gomul sum frá 1960 og tey nýggjastu eru 30-ára gomul. Tað er tí ikki skilagott at leggja fótonglar í vegin fyri endurnýgging við kunngerð.

Reiðarafelagið er enn meira hvassorðað enn Fiskivinnuráðið, men boðskapurin er greitt tann sami. Tað verður eitt stórt afturstig fyri tann føroyska flotan, við tað at hann ikki kann  dagføra seg til nútíðarinnar krøv. Eitt nú fer ikki at bera til at keypa nýggjari skip, har línan kann dragast upp gjøgnum miðjuna av skipinum, tí tey skipini eru tað størri. 

Í lesarabrævi sínum vísir Reiðarafelagið eisini á, at tað fer at viðføra betri trivnað umborð og gera tað lættari at fáa manning til skipini, um ætlanirnar hjá fiskimálaráðharranum ikki verða førdar út í lívið. Hetta tí at tey størru skipini hava høgligari umstøður umborð. Nýggjaru og størru skipini hava ikki líka so trongar karmar sum tey eldru, og tí metir Reiðarafelagið ikki, at tað er rætt at leggja eina forðing í vegin fyri, at størri skip eisini kunnu fáa fiskidagar.

Umframt hetta endurtekur Reiðarafelagið somu atfinning sum Fiskivinnuráðið, har tað átalar, at ein so álvarsom og grundleggjandi broyting ikki er ummælandi pørtunum í hendi fyrrenn eitt samdøgur áðrenn hon skal viðgerast. Og niðurstøðan er tann sama: Mælt verður til, at broytingin verður strikað.

Sum heild er fiskivinnan hart ímóti tí førda fiskivinnupolitikkinum. Tann framburður, ið kundi havt verið í vinnuni, hevur ikki verið, og har er ein av høvuðsorsøkunum, at fiskivinnunýskipanin er ein forðing fyri endurnýgging av flotanum. Uppboðssølan ger, at ov nógvur kapitalur verður tikin úr vinnuni, sum annars kundi farið til nýíløgur í skip. Menningarkvoturnar tykjast verða latnar uttan mál og mið, har eitt nú virki, sum ikki hava møguleika at virka uppsjóvarfisk, fáa uppsjóvarkvotu. Fleiri tílíkir móttakarar megnaðu ikki at fiska sína kvotu heldur. Har tóktist tað at vera mest umráðandi, at verandi aktørarnir ikki fingu tað, men annars var tað ikki so farligt, hvar tað fór.

Hendan kunngerðarbroytingin er á sama hátt ein fótongul, ið fer at viðføra, at føroyski fiskiflotin gerst eldri og eldri, tí forðingar, millum annað við hesi broytingini, verða lagdar í vegin fyri, at reiðaríini kunnu útvega sær nýggjari og meira framkomin skip.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett