Lýsing
Lýsing

Norðlýsið vitjar við Áir

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver  |  30.07.2019 - 16:00 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Hvalastøðin við Áir er tann seinasta, sum eftir er á norðaru hálvkúlu. Tvær aðrar eru enn til í sunnaru, nevniliga í Albany, Australia og í Grytviken í South Georgia. Bert hesar tríggjar eru eftir av teim 214 av slagnum, ið vóru bygdar kring um í heiminum av normonnum.

 

 


Fríggjadagin 26. juli var opið fyri vitjandi við Áir og eg valdi at fara ein túr at síggja hvalastøðina, sum man so mangan hevur koyrt framvið og onkuntíð eisini vitjað á dráttinum, men nú eru møguleikar hjá almenninginum at vitja og fáa ferðaleiðara við at vísa runt og greiða frá.

Fyri meg var hetta stórsligið. Eitt ótrúliga stórt søguligt frambrot, at vit føroyingar enduliga hava tikið okkum saman um at varðveita hendan søguliga partin av tilverugrundarlaginum her á landi.

Um tú velur at vitja hvalastøðina, so verður tú ovfarin av øllum mekanikkinum og ikki minst av hvussu framkomin íverksetarahugurin eisini var tá fyrst í 19 øld og seinast í 18 øld her á landi.

Um hvalastøðina verður millum annað sagt, at hvalastøðin við Áir var tann seinasta av teim sjey hvalstøðunum, sum blivu bygdar í Føroyum. Hendan er bygd í 1905 av norskum felag og var rikin av normonnum fram til 1930. Felagið “Chr. Salvesen & Co” var ikki ókent av føroyingum, tí longu í 1897 settu teir pening í hvalastøðina í Norðdepil.

Hvalastøðin við Áir er tann seinasta, sum eftir er á norðaru hálvkúlu. Tvær aðrar eru enn til í sunnaru, nevniliga í Albany, Australia og í Grytviken í South Georgia. Bert hesar tríggjar eru eftir av teim 214 av slagnum, ið vóru bygdar kring um í heiminum av normonnum.

Søgan er long um norsku hvalastøðirnar.

Tjóðsavnið er farið undir eitt sera áhugavert varðveitangar tiltak við havalastøðini. Nú skjøtil er settur á, er at vóna at okkara politikarar duga at síggja virði og skorða undir við árligari peninganøgd ið munar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heðin og Jóhan eru orange í ár!
Pison og Kvikk landa fríggjamorgunin á K…
Norðsøki í Djúpunum í dag
Fellisárið 2018, 2. partur
Býráðsfundu­rin útsettur eina viku
Graviarbeiðið hjá SEV heldur fram norður…
Er ongin virðing fyri pengum í Havn?
Prógvhandan á Sjónámi
Nógvi fiskurin etur helst yngul inni við…
152,7 mió. krónur meir til Lands­sjúkrahú…
Hans Poulsen 90 ár
Effo við nýggjum heiti og hami
Fuglberg og Skoraberg landa seinnapartin
Lindin stuðulsdag
Ímeðan vit bíða – Eftir Tórshav­nar býráð
Tøkk - Mikkjal Lervig
Tá Havnin fær brennistøð­ina má IRF fáa a…
Arnold Vegghamar í Gamla Seglhúsinum
Soleiðis verður spælt í Klaksvíkskapping…
Myndir: KÍ-hópurin á veg til Vágs