Lýsing
Lýsing

Stóra Dímun - Gastronomiskar Røtur

SKRIVAÐ: Jóhan Mortensen  |  06.08.2019 - 09:51 Lesarabrøv Mentan Myndarøð

Sjálvur eigi eg ikki fá spor úti í Stóru Dímun. Tad er nú nøkur ár síðani eg var seinast úti í hesi vøkru oyggj og eftirsum tveir av mínum abbasynum Johan og Lukas ikki hava flogið í tyrlu og ikki áður hava verið í Stóru Dímun nýttu vit høvið at fara skjótan túr við tyrluni.

Tað er spennandi at koma aftur til Stóru Dímun og ikki minni spennandi og
hugaligt at síggja og hoyra hvussu kreativ og núhuxandi bóndafólkini Eva og
Jógvan Jón eru. Tá vit komu út varð farið beint oman í risastóru majróta
veltuna har røturnar nú verða tiknar sum skulu nýtast til sera spennandi
løgin tey arbeiða við og sum væntandi kemur á marknaðin í September mánaða.
Vit fingu at smakka røturnar og tær vóru himmalskar.


Eva og Jogvan Jón søgdu frá, at i næstum verða nakrir tarvkálvar flettir og
so verið farið undir slaktið. Framleiðslurnar úr Stóru Dímun eru sera
vælsmakkandi og nógv eftirspurdar. Tað er siðvenja heima hjá okkum at keypa
eitt feskt krov tá byrjað verður at fletta. Hetta er okkara byrjan til
heystið og onki smakkar betur enn feskt lambakjøt ur Stóru DImun og nýggj
eplir og grønmeti Heiman Av Sandi.


Tad er hugaligt at síggja hvussu gastronomiska rákið úr Havn eisini er komið
til útjaðaran og uttan iva fer gastronomi við góðsku framleiðslum og ein
skipað ferðamanna vinna at skapa støðugar livivánir og eina menning av
okkara útjaðara.


Orkney og Shetland og Suðuroyggjar hava eitt motto sum er "Our Islands, Our
Future" ! Hetta er eisini galdandi fyri okkum føroysku oyggjabúgvar, vit
mugu samstarva alt tað vit kunna so okkum øllum verður lívið lagað.


Spennandi verður at royna róta løgin ur Stóru Dímun tá hann verður at fáa.


Johan, Johan og Lukas

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tjóðbankin: Ferðavinnan vaksandi týdning
Nógvur roykur í Norðoya­tunnilinum
Ein heil bók bygd á eina lygn
Líðhamar góðan túr í dag
Mjølnir spælir í kvøld
Video: Ole Erik Midtskogen gleðir seg ti…
Tjóðbankin um fiski­vinnu­politikkin: Rós…
Grindareiðskapur úr Sønderborg til TSK
Tjóðbankin: Kommunur­nar mugu fáa greiðar…
Núpur góðan túr undir Íslandi
Norðlýsið á gøtuni
P/­F Norðoya­tunnilin byggiharri av tunlum…
Móttøka hjá Toyota í Klaksvík
Klaksvíkar arbeiðsk­vinnu­felag: Opin kvøl…
Skrúvuguds­tænasta í kvøld
UNPLANNED – filmskvøld í Betesda fríggja…
Tøkk - Elina Poulsen
Vardi verkstaðu­rin á Brekku riggar til j…
Útblaking sambært KVF og útblaking sambæ…
Árligu jóla­sølur­nar hjá  Vardu Verkstøðu…