Lýsing
Lýsing

Atli Gregersen: Ein tann størsti dysturin í árinum móti Føroya besta liðið

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  07.08.2019 - 14:01 Ítrottur Tíðindi

Atli Gregersen heldur, at trýstið er nógv størri á KÍ enn á Víkingi undan dystinum fríggjakvøldið

37 ára gamli Atli Gregersen er millum royndastu leikararnar í føroyskum fótbólti. Fríggjakvøldið skal hann spæla ein av dystunum, sum væntast at hava størstu áskoðarafjøldina.

- Tað eru slíkir dystir, sum man sum leikari sær fram til. Hetta er saman við ólavsøku-dystinum størsti landskappingardysturin í árinum. Í Klaksvík ganga fólk høgt uppí fótbólt, og man fær viðhvørt onkra heilsu við á vegnum undir dystinum, og tað er stuttligt, sigur Atli Gregersen við Norðlýsið.

 

Leggur trýstið á KÍ

Eftir tvey tap á rað hjá Víkingi, so spyrja vit, um tað ikki er stórt trýst á serliga Víkingi undan hesum dystinum.

- Okkara málsetningur er at koma í Europa, meðan KÍ skal vinna FM, sum teir hava bygt upp til í 4-5 ár. So eg haldi, at trýstið liggur á KÍ. Teir eru Føroya besta lið við klassaleikarum á øllum plássunum og á bonkinum, sigur Atli Gregersen.

 


Ein mannfólkadystur

Atli dugir væl at ímynda sær, hvat fyri dystargongd vit fáa.

- KÍ hevur broytt spælistíl og ynskja at hava bóltin, meðan vit spæla uppá ‘’umstillingar’’. So eg vænti mær ein dyst, har KÍ kemur at hava bóltin meir, men eg vænti eisini ein ordiligan mannfólkadyst, sigur Atli Gregersen at enda við Norðlýsið.

 


Dysturin við Djúpumýrar byrjar fríggjakvøldið kl. 18.15.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Effo støðin í heilt nýggjum sniði
Buffét á Tekniska Skúla
Janus á Húsagarði í Ribarhúsi
St. Pætursborg – portrið vestureftir 
Ein útskifting í KÍ-nevndini
Nú verður KÍ eisini partur av stroymingi…
Dýrd í kvøld
- Vit arbeiða miðvíst við at menna eldra…
Tvær ferðir KÍ-HB á Tórsvølli leygardagi…
Ársins leiðarar 2020 | Topp 3 kandidatar…
Borg Sankta Pæturs
Útróðrarbátar í dag
Spennandi størv at søkja í Húsinum
Dyrnar latast upp í Skt. Pætursborg
Video: So er gongd komin á umborð á Klak…
Hagafundur fyri Skálatoftahaga
Aðalfundur hjá KÍ
75 ár síðani ræðuleikin í Auschwitz blei…
Holocaust: Okkara skylda at minnast óski…
Arnold Vegghamar í Gamla Seglhúsinum